Lurta
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Miðhorn í Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mai 2022 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt við Miðhorn, partur av matr. nr. 1160a, í Tórshavn.

Uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina skipar økið við raðhúsum og
íbúðum, í mesta lagi 97 bústaðir í alt.

Økið liggur í A1 øki og A2 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt við Miðhorn, liggur
frammi her á heimasíðuni og í Snarskivuni frá 31. mai 2022 til 12. juli
2022.

Tilfarið sæst her:

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. juli 2022.