Lurta
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Molan

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 600a, 600c og 600d, Tórshavn.

Uppskotið er gjørt í smb. við ætlanir um at byggja nýggjan ferðafólkaterminal, goymsluhøli, skrivstovur og tílíkt í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 5. juli 2022 til 16. august 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. august 2022.