Lurta
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri neyst í Kollafirði

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 208, 211a, 211c og 209b, Kollafjørður, í sambandi við ætlanir um at byggja neyst á økinum.

Økið, sum ætlanin er at byggja neyst á, liggur í E-øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum við serstakari byggisamtykt loyvir neystum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 6. juli 2021 til 17. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17.august 2021.

Matrikkulkort og uppskot til nýggja samtykt sært tú her: