Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Stórubrekku

Stórabrekka Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. oktober 2023 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Stórubrekku, matr. nr. 138a, Hoyvík.

Uppskotið er gjørt í sambandi við ætlanir um at byggja nýtt røktarheim í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Stórutjørn, sæst á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 30. oktober 2023 til 11. desember 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. desember 2023.