Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Sund

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. september 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Sund, matr. nr. 1c, 1e, 1f, 3a, 3b og 4c.

Uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina fyri Sund er gjørt sum partur av arbeiðinum at endurskoða almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, og skipar vinnubygging á Sundi.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á torshavn.fo/hoyringar og í Snarskivuni frá 1. oktober 2020 til 12. november 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. november 2020.