Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga, partur av matr. nr. 139a, Hoyvík.

Uppskotið snýr seg um at skipa uppsetan av vind­myllum í økinum. Økið liggur í 4. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Í serstakari byggisamtykt kann verða loyvt at gera bygningar, sum eru neyðugir fyri alment gagnligar veitingar.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggi­samtyktina, liggur frammi á torshavn.fo/hoyringar og í Snarskivuni frá 4. november 2020 til 16. desember 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. desember 2020.