Lurta
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt við Hvannasundsgøtu í Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mai 2022 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 999a við Hvannasundsgøtu, Tórshavn, sum skipar íbúðarbygging í økinum.

Talan er um ein bygning í tveimum hæddum við 16 íbúðum og tilhoyrandi goymslurúmi. Harumframt er felags p-pláss og felags fríøki.

Økið liggur í A1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum, í
serstakari byggisamtykt, kann loyva íbúðarbygging fyri eitt natúrligt avmarkað øki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina við Hvannasundsgøtu,
liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni, Vaglið 11, frá 31. mai 2022
til 12. juli 2022.

Tilfarið sæst her:

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. juli 2022.