Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt við Villingadalsvegin

Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt við Villingadalsvegin juli 2025

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1357b, 1356, 1355, 1354a og 1354b í Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at skipa høga og fjølbroytta bústaðarbygging og samstundis tryggja útsýni og skynsama lendisnýtslu.

Byggisamtyktina sært tú her:

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt við Villingadalsvegin, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 2. juli 2025 til 2. september 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. september 2025.