Almenn hoyring

Nýggjur umráðispartur í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um nýggjan umráðispart í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Uppskotið snýr seg um at gera nýggjan umráðispart, A4, í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Umráðisparturin er ætlaður til opna/lága bústaðabygging, sum er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa-og tvíhúsabygging.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja umráðispartin, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 4. februar 2026 til 18. mars 2026. 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. mars 2026.