Lurta
ALMENN HOYRING

Serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga, partur av matr. nr. 139a, Hoyvík.

Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingarnar fyri økið, soleiðis at loyvt ver›ur at seta størri og orkubetri vindmyllur upp.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 22. desember 2021 til 2. februar 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. februar 2022.

Uppskotið til serstøku byggisamtyktina sært tú her: