Almenn hoyring

Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini Eystan Heyg

Hoyring Eystan Heyg februar 2026_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. 

Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matrikklar nr. 1038e og litra em í Tórshavn frá A1-øki, ætlað stakhúsabygging, til A4-øki, ið er ætlað til opna/lága bústaðarbygging. Opin/lág bústaðabygging er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa- og tvíhúsabygging.

Tilfarið, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 4. februar 2026 til 18. mars 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. mars 2026.