Almenn hoyring
Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini fyri matrikklarnar 42i, 200a og 200e, Kirkjubøur (Argir)

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. september 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matrikklunum 42i, 200a og 200e, Kirkjubøur (Argir).
Uppskotið snýr seg um at:
- Broyta part av matrikklunum 42i og 200e, Kirkjubøur, frá umráðisparti A1 til umráðispart D1
- Broyta part av matrikkli 200a, Kirkjubøur, frá umráðisparti D1 til umráðispart A1
Umráðispartur A1 er ætlaður stakhúsum. Umráðispartur D1 er ætlaður til almenning, náttúrufriðingar- og mentanarlig endamál.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sært tú her:
- Byggisamtyktin áðrenn broyting
- Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matrikklarnar 42i, 200a og 200e Argir_september 2026_samtykt eftir broyting
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 21. september 2026 til 2. november 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. november 2026.