Almen hoyring

Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, soleiðis at krøvini til løðistøðir verða herd í sambandi við bygging og umvæling.

Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingar fyri parkering, soleiðis at krøvini lýst niðanfyri framyvir vera galdandi. Krøvini sært tú í kunngerðini og í broyttu byggisamtyktini síðu 25 niðanfyri:

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 10. mars 2025 til 21. apríl 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. apríl 2025.