Almenn hoyring
Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini og avtøka av serstakari byggisamtykt á Lygnnesi í Kollafirði

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. september 2026 uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri part av matrikklunum 203c, 309, 209a og 308 í Kollafirði. Endamálið við uppskotinum er at skipa økið til íbúðarbygging.
Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina frá A1-sethúsaøki til A4, ið er opin/lág bústaðarbygging. Galdandi serstaka byggisamtyktin fer í hesum sambandinum úr gildi.
Tilfarið, ið lýsir uppskotið, sært tú her:
- Broyting av almennu byggisamtyktini og avtøka av serstakari byggisamtykt á Lygnnesi í Kollafjørði_kort áðrenn broyting
- Broyting av almennu byggisamtyktini og avtøka av serstakari byggisamtykt á Lygnnesi, Kollafjørður_kort eftir broyting
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 21. september til 2. november 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. november 2026.