Almenn hoyring
Uppskot til broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin

1 / 2
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini fyri matrikklarnar 1235a, 1378, 1233a og 1233b í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging.
Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er nú broytt, soleiðis at krav til felagshøli er hækkað og vegurin í fylgiskjali 2 ikki verður nágreinaður.
Tilfarið, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni, Vaglið 11 í Havn, frá 18. september til 30. oktober 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 30. oktober 2026.
