Almenn hoyring
Uppskot til endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hvítanes

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. oktober 2025 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hvítanes. Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at lýsingar fyri ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er tillagað soleiðis, at:
- Matrikkul nummar 98 verður verandi í 4. grundumráði
- A1 økið verður víðkað, soleiðis at tað fylgir matrikkli nummar 125b
- Markið fyri neystaøkið E verður rættað, soleiðis at tað fylgir markinum fyri verandi neystaøki
Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hvítanes sært tú her:
- Uppskot til endurskoðaða byggisamtykt
- Ásetingar fyri Hvítanes - áðrenn og eftir broyting
- Kort yvir Hvítanes - áðrenn broyting
- Kort yvir Hvítanes - eftir broyting
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 29. oktober til 10. desember 2025.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. desember 2025.