Almenn hoyring

Uppskot til endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kaldbak

Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kaldbak apríl 2026_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. mars 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kaldbak. Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at lýsingar fyri ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.

Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er tillagað. Millum annað er nýggjur umráðispartur til stakhús og bygging í samband við djórahald og jarðarbrúk (A2) staðsettur Við Á. Byggilendið verður harafturat sum heild avmarkað í mun til fyrra uppskotið fyri at varðveita landbúnaðarjørð. 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 25. mars til 6. mai 2026. 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 6. mai 2026.