Lurta
ALMENN HOYRING

Uppskot til leiðreglur fyri ljósskipanir á fótbóltsvøllum

Mentamálanevndin samtykti á fundi 10. februar 2021 at senda uppskot til leiðreglur fyri ljósskipanir á fótbóltsvøllum í Tórshavnar kommunu til almenna hoyring.

Uppskotið til leiðreglur snýr seg um at tryggja, at borgarar, fótbóltsfeløg, Ítróttaranlegg og FSF hava greiðar reglur fyri ljósskipanir á fótbóltsvøllum í Tórshavnar kommunu.

Uppskotið til leiðreglur liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 12. mars 2021 til 6. apríl 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 6. apríl 2021.