Almenn hoyring

Uppskot til nýggja byggisamtykt fyri Koltur

Uppskot til nýggja almenna byggisamtykt fyri Koltur oktober 2025_mynd til hoyring

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. oktober 2025 uppskot um at gera nýggja almenna byggisamtykt fyri Koltur, matr. nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6 og 7.

Uppskotið snýr seg um at skipa Koltur sum eina granskingarstøð viðvíkjandi mentanar- og náttúruarvi við støði í Koltursætlanini.

Uppskotið sært tú her:

Uppskotið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 29. oktober 2025 til 10. desember 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. desember 2025.