Almenn hoyring
Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið. Endamálið er at varðveita serligu fagurfrøðiligu- og siðsøguligu virðini í økinum. Uppskotið hevur áður ligið frammi, men í sambandi við at broytingar eru gjørdar, verður uppskotið aftur lagt fram.
Broytingarnar eru merktar við reyðum í uppskotinum. Uppskotið sært tú her:
Tilfar, ið lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 10. juni 2026 til 22. juli 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 22. juli 2026.