Almenn hoyring

Uppskot um broyting av ásetingum fyri minst loyvdu grundstykkjavídd í 1. og 2. grundumráði

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um at broyta ásetingarnar fyri minst loyvdu grundstykkjavídd í 1. og 2. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. 

Uppskotið snýr seg um at minka minst loyvdu grundstykkjavídd í 1. og 2. grundumráði
úr 500 m2 til 50 m2.

Broytingaruppskotið sært tú her:

Tilfarið, ið lýsir uppskotið, liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 16. desember 2025 til 7. februar 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. februar 2026.