Almenn hoyring

Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin

Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin februar 2026_mynd1
Uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini millum Skotarók og Oyggjarvegin februar 2026_mynd2
1 / 2

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini fyri matrikklarnar 1235a, 1378, 1233a og 1233b í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging. Broytingin í serstøku byggisamtyktini nágreinar millum annað hæddarásetingar og tekur atlit til møguliga framtíðar ferðsluloysn.

Tilfarið, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni, Vaglið 11 í Havn, frá 6. februar 2026 til 20. mars 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 20. mars 2026.