Uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. november 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø.
Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Uppskotið hevur í trimum umførum ligið til almenna hoyring og er nú tillagað. Markið fyri miðstaðarøki (C) er broytt fyri at varðveita dámin miðskeiðis í bygdini. Økini, ið sambært galdandi byggisamtykt skulu varðveitast av mentanar- og søguligum grundum (H1), verða broytt til samsvarandi umráðispartin (D0).
Tilfar, sum lýsir uppskotið, sært tú her:
- Verandi byggisamtykt fyri Kirkjubø
- Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø - Uppskot
- Kort áðrenn broyting
- Kort eftir broyting
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 25. november 2026 til 9. januar 2027.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 9. januar 2027.