Almenn hoyring

Uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø desember 2025

Kirkjubøur-kringsýnismynd-til-hoyring

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø. Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi

Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er tillagað. Millum annað eru sethúsaøkini (A) broytt, og treytir eru um, at sethús skulu byggjast sambært staðbundnum dámi.

Neystaøkið (E) og Bóndahús (G)-økini eru tikin burtur úr uppskotinum. Harumframt eru ásetingar fyri miðstaðarøki (C) broyttar, soleiðis at markið fevnir um gamla fjósið, meðan bøurin millum spæliplássið og farstøðina verður frílendi.

Tilfarið, ið lýsir uppskotið, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 19. desember 2025 til 3. februar 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 3. februar 2026.