Lurta
Almenn hoyring

Uppskot um serstaka byggisamtykt fyri Listasavnið

Serstøk byggisamtykt fyri Listasavnið_mynd2
Serstøk byggisamtykt fyri Listasavnið_mynd
1 / 2

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1265v, Tórshavn og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1265u og 1265v, Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at:

  • At broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1265v, Tórshavn frá A1 øki,
    ætlað stakhúsum, til D1 øki, ið er øki ætlað almenningi, náttúrufriðingum og
    mentunarligum endamálum
  • At gera serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1265u og 1265v, Tórshavn.

Uppskotið til broyting av almennu byggisamtyktini og uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Listasavnið er í sambandi við ætlanir um at um- og útbyggja Listasavn Føroya.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini og nýggju
serstøku byggisamtyktina, sæst á hesari síðuni og liggur frammi í Snarskivuni frá
26. juni 2023 til 28. august 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 28. august 2023.