Finn ítriv og mentanartilboð


Finn tiltakið á timin.fo

Vilt tú síggja, hvat tú og familjan kunnu fara til í Tórshavnar kommunu um dagarnar? So fylg við á timin.fo, ið er kalendarin við øllum tí stuttliga og spennandi, sum gongur fyri seg í kommununi.

Timin.fo

Skipar tú fyri tiltaki?

Skipar tú fyri tiltaki í Tórshavnar kommunu, so minst til at leggja tiltakið út á nýggja tiltakskalendaran timin.fo. Tað er bæði ómakaleyst og ókeypis at leggja tiltøk út. Kalendaran finnur tú her:

Timin.fo

Dámar tær at skeyta?

Dámar tær væl at skeyta, súkkla á bmx ella gera triks á rennihjóli, so er Bakkalao Skatepark staðið til tín. Her finnur tú onnur, sum eisini dáma at skeyta, og her eru hentleikar og rampur, sum eru bygd av serkønum, og sum lúka altjóða standardar.

Les meira um Bakkalao Skatepark á síðu okkara um ítriv fyri børn og ung.

Ítriv fyri børn og ung

Mentanarnátt 5. juni
Tórshavnar ungdómsráð
Ungdómsráð
Tórshavnar ungdómsráð

Tórshavnar Ungdómsráð er rødd teirra ungu í Tórshavnar kommunu. Høvuðsuppgávan hjá ungdómsráðnum er at umboða ungdómin í ungdómspolitiskum spurningum og vera millumlið ímillum tey ungu og politikararnar. Les um ráðið her.

Stilla upp til ungdómsráðsvalið 2026
Ungdómsráð
Stilla upp til ungdómsráðsvalið 2026

Í mars skulu vit velja nýtt ungdómsráð í Tórshavnar kommunu. Býrt tú í Tórshavnar kommunu, og ert tú millum 16 og 25 ár valdagin 24. apríl, ert tú vælkomin at stilla upp. Fráboðanarfreistin er týsdagin 24. februar 2026. Les her, hvussu tú gert.

Bílegg grannalagnum jólatræ
Mentan og frítíð
Bílegg grannalagnum jólatræ

Aftur í ár kunnu eigarafeløg og grannaløg søkja kommununa um jólatræ at seta upp til jóla. Umsóknin um at fáa jólatræ skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 19. november 2025. Les her, hvussu tú søkir.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15