Í kommununi eru trý tilhald. Her kanst tú hitta onnur og finna nýggjar vinir. Hesi eru tilhaldið í Tórsgøtu, tilhaldið millum Bóla í Kollafirði og tilhaldið í Nólsoy.
Í øllum trimum tilhaldunum gongur ein rúgva av spennandi virksemi fyri seg. Vit hava til dømis fimleik, gongutúrar, bindiklubbar, horn- og beinarbeiði, kortspæl, maskinbinding, telduskeið, valfundir, felagssang og lesibólkar. Í tilhaldunum eru eisini kaffistovur, so tú kanst fáa tær ein drekkamun og eitt gott prát.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar tilhaldini í kommununi eru. Trýstir tú á eitt tilhald á kortinum, finnur tú heimasíðuna hjá tilhaldinum. Har finnur tú upplatingartíðir, sambandsupplýsingar og ítrivsskránna hjá tilhaldinum. Eisini finnur tú leinkjur til tilhaldini niðan fyri kortið.
Tilhaldið í Tórsgøtu
Tórsgøta 21
100 Tórshavn
Tilhaldið millum Bóla í Kollafirði
Í Líðini 20
410 Kollafjørður
Tilhaldið í Nólsoy
Í Geilini 33
270 Nólsoy