Tilhaldið millum Bóla

Í Líðini 20
410 Kollafjørður
Tel. 72 10 10

Starvsfólk
Torgerð Dam
torgerdd@torshavn.fo

Lurta

Tilhaldið millum Bóla

Ert tú pensjonistur, og hevur tú hug til at møtast við øðrum pensjonistum til alskyns virksemi og tiltøk, er tilhaldið millum Bóla í Kollafirði júst nakað fyri teg.

Tilhaldið millum Bóla er eitt av trimum tilhaldum undir Heilsu- og umsorganartænastuni og er elsta tilhaldið í Tórshavnar kommunu. Tilhaldið millum Bóla læt upp í 1988 og húsast í Líðini 20 í Kollafirði.

Endamálið hjá tilhaldinum er at geva pensjonistum í kommununi møguleika at møtast til fjøltáttað virksemi fyri bæði likam og sál, økja um lívsgóðskuna við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum og at skipa fyri trivnaðarligum tiltøkum í hugnaligum umhvørvi.

Í tilhaldinum ber til at hittast til felagssang, kortspøl, hugnaløtur, felags gongutúrar, bindiklubba, lesibólkar, fyrilestrar, hugna og prát og mangt annað. Gjøgnum árið skipa vit eisini fyri ymiskari undirvísing og skipa eisini fyri fimleiki fleiri ferðir um vikuna.

Í tilhaldinum er einki krav um limaskap. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.



Samband og upplatingartíðir
Upplatingartíðir

Mánadag og mikudag kl. 10 – 18

Hvussu seti eg meg í samband við tilhaldið millum Bóla?

Ynskir tú at seta seg í samband við tilhaldið millum Bóla, kanst tú ringja á tel. 72 10 10 ella skriva ein teldupost til torgerdd@torshavn.fo

Telefonin svarar gerandisdagar, tá tilhaldið er opið.

Tilboð í tilhaldinum
Skrá fyri ítriv, tiltøk og túrar

Virksemið í tilhaldinum millum Bóla er fjøltáttað.

Okkara tilboð eru millum annað:

  • Venjing við rógvimaskinu og súkklu
  • Ljósviðgerð
  • Sangløtur
  • Kortspæl
  • Lesing
  • Binding
  • Fimleikur
  • Bob
  • Dart
  • Maskinbinding
  • Seyming við maskinu
  • Døgurði eina ferð um mánaðin
  • Árligir túrar til millum annað Countryfestivalin
  • Jólaveitsla

Leiðarin og starvsfólkið skipa tiltøkini í tilhaldinum. Eingin føst skrá er fyri virksemið. Tað vil siga, at tað er frítt hjá tær at gera av, hvat tú hava hug til, tá tú vitjar tilhaldið.

Javnan royna vit okkurt nýtt, og um undirtøka er fyri tiltakinum, heldur tað fram.

Øll, ið hava sína dagligu gongd í tilhaldinum, kunnu venda sær til leiðaran ella starvsfólkið við uppskotum til virksemi. Tá skipaði tiltøk eru, kunna vit um hetta í tilhaldinum.

Tilmelding til ítriv

Tær nýtist ikki at melda teg til virksemi í tilhaldinum millum Bóla. Vit vilja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.

Rundvísing á tilhaldinum

Tilhaldið hevur ikki skipaða rundvísing, men øll, sum eru áhugað í at síggja húsini og kunna seg um okkara virksemi, kunnu ringja til tilhaldið millum Bóla á tel. 72 10 10 ella senda ein teldupost til torgerdd@torshavn.fo.

Vit svara fegin tínum spurningum og vísa tær fegin runt á tilhaldinum.

Finn tilhaldið millum Bóla á korti

Drekka
Hvat bjóða vit?

Tá tilhaldið er opið, kanst tú keypa tær kaffi, te og okkurt afturvið. Eisini hava vit felags døgurða einaferð um mánaðin.

Um tilhaldið millum Bóla
Politikkur á økinum

Endamálið við tilhaldinum er at varðveita og menna heilsuna hjá pensjonistum í Tórshavnar kommunu. Vit vilja bjóða pensjonistum fjølbroyttar virkismøguleikar fyri likam og sál, og í virksemi okkara miða vit eftir at fevna um so nógv áhugamál sum gjørligt.


Okkara hugsjón

Okkara hugsjón er, at:

  • Tilhaldið er ein stovnur við hugna, trivnaði, menning og virðing fyri tí einstaka í hásæti
  • Øll skulu kenna seg væl, kunnu brúka síni evni og førleikar, kunnu læra og hava tað stuttligt
  • Tilhaldið skal hava positiva ávirkan á lív og heilsu

Arbeiðið í tilhaldinum er grundað á meginreglurnar hjá ST viðvíkjandi eldri.

Hvørji eru vit?
Starvsfólk í tilhaldinum

Starvsfólk
Torgerð Dam
Tel. 72 10 10
torgerdd@torshavn.fo

Deildarleiðari
Magna Hammer
magnah@torshavn.fo

Tilhaldið millum Bóla hoyrir undir Eind 1.

Eindarleiðari
Jóhanna við Streym
johannav@torshavn.fo