Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Ert tú lesandi, og hevur tú tørv á at lesa og skriva í friði og náðum? Tú ert vælkomin at brúka lestrarhølið á Býarbókasavninum. Øll, sum eru undir hægri lesnaði, bæði útisetar og lesandi í Føroyum, eru vælkomin at nýta hølini. Hølini eru opin somu tíðir sum bókasavnið:

Mánadag til hósdag kl. 9-20
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-17
Sunnudag kl. 14-17

Hølini hava arbeiðsborð og tráðleyst internet, og tað er pláss fyri fýra lesandi í senn. Hølini liggja væl fyri á aðru hædd, tað er á somu hædd sum útlánið og kopirúmið, so allir hentleikar eru í nánd. Í kopirúminum eru góðir møguleikar at prenta og binda uppgávur inn.



Mentamáladeildin
Mentamáladeildin
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15