Søk um frípláss til musikkskúlaundirvísing
Tú kanst søkja børnum og ungum undir 18 ár fíggjarligt frípláss til musikkskúlaundirvísing. Treytin er, at netto-inntøkan í húski tykkara er lægri enn eitt ávíst mark. Barn títt má hava fingið tilboð um musikkskúlaundirvísing, áðrenn tú kanst søkja um frípláss. Fríplássið skal søkjast á hvørjum ári.
Tú søkir um frípláss, so skjótt, tú fært tilboð um musikkskúlaundirvísing. Rita inn við Samleikanum. Tú fært tú eina móttøkukvittan sendandi til tína MínBoks, tá ið tú hevur søkt. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá ið tú søkir um frípláss, skalt tú svara ymiskum spurningum um húskið og viðfesta tvey yvirlit frá TAKS fyri hvønn vaksnan í húskinum:
- Yvirlit yvir netto-inntøkurnar í húskinum (t.e. inntøka eftir skatt og onnur avgjøld) í inniverandi ári
- Yvirlit yvir netto-inntøkurnar í húskinum í fjør
Tað er umráðandi, at yvirlitini vísa einstøku postarnar og samlaðu inntøkuna.
Soleiðis fært tú fatur á yvirlitunum:
- Rita inn á borgaragluggan hjá TAKS á heimasíðuni hjá TAKS Heimasíðan hjá TAKS (taks.fo)
- Vel spjaldrið »Løn«
- Vel røttu tíðarskeiðini fyri í fjør og í ár, trýst á grøna pílin fyri hvørja postering, soleiðis at tað sæst, hvussu nógv er utgoldið, og trýst á »skriva út« ovast í høgra bredda
- Goym útskriftirnar sum PDF og viðfest tær í tínari umsókn um frípláss
Hava tú ella onnur í húskinum eyka inntøkur afturat lønarinntøkunum, skalt tú viðfesta skjalprógv fyri eykainntøkurnar. Eykainntøkur kunnu til dømis vera inntøkur frá útleigan av íbúð, inntøkur frá virðisbrøvum ella inntøkur, ið ikki eru skattskyldugar í Føroyum. Tú hevur skyldu til at kunna okkum um tílíkar inntøkur.
Rita inn við Samleikanum. Tú fært tú eina móttøkukvittan sendandi til tína MínBoks, tá ið tú hevur søkt.
Tú søkir um frípláss, so skjótt, tú fært tilboð um musikkskúlaundirvísing. Gev gætur, at fríplássið skal søkjast á hvørjum ári.
Tú mást hava Samleikan fyri at rita inn og søkja á Vanganum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fyrstu ferð tú meldar til musikkskúlaundirvísing, skalt tú søkja um frípláss, so skjótt tú hevur fingið tilboð um pláss.
Tá ið talan hinvegin er um endurtilmelding, er umsóknarfreistin 1. juni.
Gev gætur, at tú skalt søkja fríplássið á hvørjum ári.
Umsóknirnar verða viðgjørdar á Mentamáladeildini.
Viðgerðartíðin er vanliga umleið tvær vikur. Í feriutíðum kann viðgerðartíðin tó vera longri.
Inntøkurnar í húskinum eru avgerandi fyri, um vit játta tær frípláss. Vit taka støði í markinum fyri fátækaváða, sum Hagstova Føroya roknar út á hvørjum ári.
Er netto-inntøkan í húskinum undir markið fyri fátækaváða, játta vit fríplássið.
Upphæddin broytist alt eftir samansetingini av húskinum, tí persónarnir viga ymiskt í útrokningini: Fyrsti vaksni telur 1, næsti vaksni telur 0,5 og børn undir 14 ár telja 0,3.
Grundupphæddin fyri fátækaváða er í løtuni roknað til at vera 178.146,5 krónur fyri ein vaksnan persón. Er talan um tvey vaksin og eitt barn, sær roknistykkið út sum niðanfyri og skal samlaða inntøkan eftir skatt vera lægri enn hetta:
178.146,5+(178.146,5*0,5)+(178.146,5*0,3) = 320.663,70 krónur
Niðanfyri síggjast dømi um ymsar samansetingar av húskjum, og hvat samsvarandi inntøkumarkið er.
Roknifrymil fátækaváði
Roknifrymil fátækaváði | |||||
Inntøkumark (netto) fyri at fáa frípláss | |||||
Markið fyri fátækaváða | Faktor | Um árið | Um mánaðin | ||
Stakur | 178.146,50 | 1,0 | 178.146,50 | 14.845,54 | |
Stakur 1 barn | 178.146,50 | 1,3 | 231.590,45 | 19.299,20 | |
Stakur 2 børn | 178.146,50 | 1,6 | 285.034,40 | 23.752,87 | |
Stakur 3 børn | 178.146,50 | 1,9 | 338.478,35 | 28.206,53 | |
Stakur 4 børn | 178.146,50 | 2,2 | 391.922,30 | 32.660,19 | |
Stakur 5 børn | 178.146,50 | 2,5 | 445.366,25 | 37.113,85 | |
2 vaksin | 178.146,50 | 1,5 | 267.219,75 | 22.268,31 | |
2 vaksin 1 barn | 178.146,50 | 1,8 | 320.663,70 | 26.721,98 | |
2 vaksin 2 børn | 178.146,50 | 2,1 | 374.107,65 | 31.175,64 | |
2 vaksin 3 børn | 178.146,50 | 2,4 | 427.551,60 | 35.629,30 | |
2 vaksin 4 børn | 178.146,50 | 2,7 | 480.995,55 | 40.082,96 | |
2 vaksin 5 børn | 178.146,50 | 3,0 | 534.439,50 | 44.536,63 | |
Faktorar | |||||
Fyrsti vaksni telur | 1,00 | ||||
Næsti vaksni telur | 0,50 | ||||
Børn telja | 0,30 | ||||
Kelda: Hagstova Føroya https://hagstova.fo/fo/buskapur/lonir-og-inntokubyti/fataekavadi
Ja. Vit kunnu í fyrsta lagi játta tær frípláss, tá ið barn títt hevur fingið tilboð um musikkskúlaundirvísing.
Tekna teg til musikkskúlaundirvísing á heimasíðuni hjá Tórshavnar musikkskúla.
Eru tú ella maki tín sjálvstøðugt vinnurekandi, skalt tú viðfesta forskotsuppgerðina hjá tí, sum er sjálvstøðugt vinnurekandi.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um frípláss til musikkskúla«.
Játta vit tær frípláss, skalt tú, tá ið tú fært rokning frá Tórshavnar musikkskúla, senda musikkskúlanum váttanina uppá fríplássið, so verður rokningin strikað.
Hevur tú ikki hevur fingið svar uppá umsóknina áðrenn gjaldsfreistina á rokningini, kanst tú senda musikkskúlanum váttan um, at tú hevur søkt. So verður gjaldsfreistin longd, inntil svarið er komið.
Fríplássið er galdandi í eitt skúlaár í senn. Byrjar barnið musikkskúlaundirvísing mitt í skúlaárinum, og fær tað játtað frípláss, er tað galdandi inntil skúlaárið endar. Síðan skalt tú søkja av nýggjum.
Ert tú stakur uppihaldari, eru tað bara tíni egnu fíggjarviðurskifti, ið hava ávirkan á fríplássið. Inntøkur hjá børnum í húskinum telja ikki við.
Fyri at kunna roknast sum stakur uppihaldari er ikki nóg mikið, at tú livir einsamøll ella einsamallur við barni sambært fólkayvirlitinum. At vera stakur uppihaldari merkir, at tú ikki livir saman við øðrum, hvørki sum hjún ella sambúgvandi.