Lurta

Søk um heimapart

Her kanst tú søkja tær sjálvum og húski tínum heimapart. Hevur tú Samleikan, kanst tú søkja um heimapart á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.

Søk um heimapart á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú søkja heimapart við at fylla út umsóknarskjalið, sum tú finnur niðanfyri.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvat ein heimapartur er, og hvør kann søkja.

Fá tær Samleikan



Um heimapartar
Hvat er ein heimapartur?

Ert tú borgari í Tórshavnar kommunu, kanst tú fáa ein part av grindini, hóast tú ikki hevur tikið lut í drápinum. Hetta ber til, tá talið av skinnum er nóg stórt.

Heimapartarnir eru tann parturin av grindini, sum verður lagdur út til kommununa og aðrar samskipanir at útluta. Kommunan og samskipanirnar stíla sjálvar fyri útlutanini av grindin til privathúski.

Hvør kann søkja um heimapart?

Tú skalt vera búsitandi í Tórshavnar kommunu fyri at søkja um heimapart.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Tað krevur, at tú letur okkum navn, føðingardag, bústað og teldupost.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um heimapart« í evnisteigin.

Søk um heimapart