LurtaSvimjihallir – upplatingartíðir og kunning
Vit hava fimm svimjihallir í Tórshavnar kommunu. Størsta svimjihøllin er í Gundadali, meðan hinar fýra eru í ávikavist Kollafirði, Argja skúla, Eysturskúlanum og úti í Hesti.
Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men skúlar, stovnar og feløg brúka hana eisini viðhvørt. Hinar fýra svimjihallirnar eru fyrst og fremst til skúlabrúks. Svimjihøllin í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum.
Hevur tú ein fyrispurning um upplatingartíðir ella leigu av skúlasvimjihallunum, kanst tú venda tær til skúlarnar. Tú finnur sambandsupplýsingarnar niðanfyri.
Finn skúla
Her finnur tú svimjihallirnar
Svimjihøllin í Gundadali
Gundadalur 4
100 Tórshavn
Vitja Svimjihøllina í Gundadali (Google Street View)
Svimjihøllin í Kollafirði
Botnavegur 4
410 Kollafjørður
Vitja Svimjihøllina í Kollafirði (Google Street View)
Svimjihylurin í Eysturskúlanum
Tórgarðsgøta 27
100 Tórshavn
Vitja svimjihylin í Eysturskúlanum (Google Street View)
Svimjihylurin í Argja skúla
Argjavegur 32
160 Argir
Vitja svimjihylin í Argja Skúla (Google Street View)
Svimjihylurin í Hesti
Reynið 6
280 Hestur
Vitja svimjihylin í Hesti (Google Maps)
Upplatingartíðir og samband
Svimjihøllin í Kollafjarðar Skúla
upplatingartíðir
Mánadag
kl. 16 – 20
Mikudag
kl. 16 – 20
Fríggjadag
kl. 16 – 20
Sunnudag
kl. 9 – 10
Gev gætur, at svimjihøllin fylgir frítíðini hjá Kollafjarðar skúla. Tað vil siga, at hylurin er stongdur, tá skúlin er stongdur. Vilt tú vita, nær skúlafrítíðin er, kanst tú kunna teg í kalendaranum á heimasíðuni hjá skúlanum.
samband
Tel. 30 25 50 (gerandisdagar kl. 8 – 15)
kol@skulin.fo
Svimjihøllin í Kollafirði á Facebook
Svimjihylurin í Eysturskúlanum
upplatingartíðir
Svimjihylurin er ikki opin fyri almenninginum. Skúlin brúkar høllina um dagin í skúlatíð frá kl. 8 – 16.
Gerandisdagar kl. 16 – 20 er hylurin opin fyri kvøldskúlanum og fyri pinkubarnasvimjing og barnakonusvimjing.
Samband
Tel. 31 13 07
Svimjihylurin í Argja skúla
upplatingartíðir
Gerandisdagar kl. 8 – 16 brúka skúlar høllina.
Gerandisdagar kl. 16 – 20 brúka ymisk feløg svimjihøllina
Svimjihylurin er ikki opin fyri almenninginum.
Samband
Tel. 30 23 45 (gerandisdagar kl. 8 – 15)
Svimjihylurin í Hesti
upplatingartíðir í vetrarhálvuni
Mánadag – sunnudag
kl. 9 – 17
Upplatingartíðir í summarhálvuni
Mánadag – sunnudag
kl. 9 – 20
Hylurin er opin fyri øllum, men fyri at fáa lykilin til høllina, skal ein persónur yvir 18 ár vera hjástaddur. Tú skalt ringja til vakthavandi fyri at gera avtalu um atgongd til høllina.
Samband
Tel. 21 40 94 ella 22 70 47
trondur@torshavn.fo
Svimjihøllin í Kollafjarðar skúla
Prísir
Vaksin 20 kr.
Børn 10 kr.
Pensjonistar 10 kr.
Hentleikar í svimjihallunum
Svimjihøllin í Gundadali
Svimjihøllin í Gundadali hevur fýra hyljar:
- Tveir barnahyljar, ið eru um 30 hitastig
- Ein 25 metrar langhyl, ið er um 26,5 hitastig
- Ein kavingarhyl, ið er um 26,5 hitastig
Svimjihøllin hevur gosbað, hitarúm, kaltvatnspott, tveir vatnskreiðibanar og kaffistovu. Upplatingartíðirnar hjá kaffistovuni finnur tú á heimasíðuni hjá svimjihøllini.
Svimjihøllin hevur eisini skiftingarrúm fyri rørslutarnað.
Vit hava serlig tilboð til pensjonistar og hava eisini nógvar góðar hentleikar og møguleikar fyri børn og ung. Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá høllini.
Svimjihøllin í Gundadali (svimjihollin.fo)
Upplatingartíðir í kaffistovuni í Gundadali
Svimjihøllin í Kollafjarðar skúla
Svimjihøllin í Kollafjarðar skúla hevur ein 16 metrar langan svimjihyl. Svimjihylurin er 29 hitastig.
Skiftingarrúmini í svimjihøllini hava eisini hitarúm.