Lurta

Uttandura hentleikar

Vit hava fleiri góð uttandura ítrótta- og frítíðarøki til ymisk sløg av ítrótti, ítrivum og spæli. Her finnur tú møguleikar til allar aldursbólkar. Ymisku hentleikarnar finnur tú úti í býlingunum og grannaløgunum, í stóra ítróttaøkinum í Gundadali og á Tórsbreyt. Eisini skúlarnir hava spæli- og ítróttaøkir.

Á kortinum niðanfyri sært tú ymisku vøllirnar og ítróttaøkini í Tórshavnar kommunu. Trýst á eitt frámerkt øki, so sært tú, hvat slag av øki talan er um. í Summum førum kanst tú eisini trýsta á myndafílurnar undir yvirskriftini »Myndir«, so sært tú, hvussu vøllurin ella økið sær út.


Sí kort í fullari stødd

Dámar tær at skíða, so eru góðir møguleikar at skíða á Sornfellinum. Longur niðanfyri á hesari síðuni er kort, har tú sært skíøkið og ymisku skíðleiðirnar.

Veitst tú um uttandura hentleikar, sum mangla á kortunum, ella varnast tú villur í upplýsingunum, ert tú vælkomin at skriva til heimasidan@torshavn.fo.

Leitar tú bara eftir spæliplássum til børn og smábørn, kanst tú lesa meira á síðu okkara um spælipláss.

Spælipláss



Ítróttadepilin í Gundadali
Ítróttadepilin í Gundadali

Gundadalur er ítróttadepil við svimjihøll, tveimum fótbóltsvøllum og tjóðleikvøllinum Tórsvøllur. Her er eisini tennisvøllur, badmintonhøll, dupulthøllin á Hálsi, Fimleikahøllin FIMI og Gundadalshøllin, sum er til flogbólt og hondbólt.

Undir dupulthøllini á Hálsi eru venjingarhøli til alskyns sløg av ítrótti, til dømis boksing.

Ein langhylur er harumframt í gerð vestarumegin verandi svimjihøll.

Vilt tú leiga ella læna ein uttandura fótbóltsvøll, kanst tú ringja til Ítróttaanlegg á tel. 29 14 70 millum kl. 9 – 15 ella senda ein teldupost til itrott@torshavn.fo.

Vilt tú leiga eina ítróttahøll ella fimleikahøll, kanst tú gera tað í bókingarskipanini itrott.fo. Les meira á síðu okkara um ítrótta- og fimleikahallir.

Læn ella leiga ítróttahøll ella vøll

Tórsbreyt

Tórsbreyt er tjóðleikvøllur til frælsan ítrótt og almennur rennivøllur, ið verður nógv brúktur av borgarum, ítróttafólkum og felagsskapum. Tórsbreyt er altíð opin.

Vøllurin er gras, meðan rennibreytin er úr gummi.

6 rennigeilar eru á Tórsbreyt. Geilarnar 1-4 eru ætlaðar at ganga á, meðan geilarnar 5-6 eru til at renna á.


Bústaður

Undir Svartafossi 1
100 Tórshavn

Fótbóltsvøllir
Fótbóltsvøllir

Vit hava 5 fótbóltsvøllir í fullari stødd í kommununi. Vøllirnir eru hesir:

  • Tórsvøllur
  • Ovari vøllur í Gundadali
  • Niðari vøllur í Gundadali
  • Vøllurin á Argjum
  • Vøllurin í Hoyvík

Allir vøllirnir eru graslíkisvøllir.

Stórir fótbóltsvøllir eru eisini á Frælsinum og við Eysturskúlan. Eysturvøllur hevur tó ikki fulla stødd, og grasvøllurin á Frælsinum er ikki strikaður upp.

Vilt tú leiga ella læna ein uttandura fótbóltsvøll, kanst tú ringja til Ítróttaanlegg á tel. 29 14 70 millum kl. 9 – 15 ella senda ein teldupost til itrott@torshavn.fo.

Skíðbreytin á Sornfellinum

Hevur tú hug til at standa á skíð? Á Sornfellinum er skíðlyfta og góðar umstøður at skíða. Summi ár eru nógvir kavadagar. Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar skíðøkið og lyftan eru. Á kortinum eru ymisku skíðleiðirnar eisini býttar upp í torleikastig frámerkt við litum.

Sí kort í fullari stødd

Skíðfelagið Fjalir rekur skíðalyftuna og samskipar stóran part av skíðingini á Sornfellinum. Felagið hevur eina virkna Facebooksíðu, har limirnir regluliga kunna um veðurlíkindini, ferðsluna og útgerðina í skíðøkinum.

Tú kanst gerast limur í felagnum ella finna sambandsupplýsingarnar í Felagsskránni, sum tú finnur her:

Felagsskráin

FIFA-vøllir

Vit hava nógvar smáar sonevndar sparkivøllir í kommununi. Flestu grannaløg hava ein fótbóltsvøll ella FIFA-vøll nærindis, so tú hevur góðar møguleikar at finna ein vøll og kanska eisini onkran at sparka saman við.

Leita á kortinum ovast á síðuni ella tøppa tín bústað ella tína staðseting inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvørjir vøllir eru í tínum grannalagi.

Sí kort í fullari stødd 

Vilt tú spæla kurvabólt?

Har eru nakrir uttandura kurvabóltsvøllir til tín og tíni vinfólk. Millum annað á Frælsinum, uttanfyri Skúlan á Fløtum og uttanfyri Margarinfabrikkina í Tórsgøtu.

Leita eftir gulu frámerkjunum á kortinum yvir uttandura hentleikar, sum tú finnur omanfyri á hesari síðuni.

Leitar tú eftir onkrum at spæla kurvabólt saman við, eru fleiri kurvabóltsfeløg at finna í okkara skrá yvir ítrótta- og frítíðarfeløg í Tórshavnar kommunu. Skránna finnur tú her:

Felagsskráin

Hevur tú hug til at skeyta?

Dámar tær at gera kynstur á súkklu, rulluskoytum, rennihjóli ella skate board, kanst tú vitja Bakkalao Skatepark ella Tórshavn Skatepark á Frælsinum. Her kanst tú hoppa ella snurra saman við øðrum ungum á rampum og upp um bungurnar. Tórshavn Skatepark verður eisini brúkt til parkour viðhvørt.

Útgerð og hentleikar

Skatehøllin í Bacalao er ein innandura akbreyt serliga gjørd til skateboarding, rulluskoyting, bmx-súkkling og rennihjól. Skatehøllin verður rikin av sjálvbodnum og er opin næstan hvønn dag í vikuni, tá tað liggur fyri hjá ábyrgdarfólkunum.

Allar rampur og øll útgerðin í høllini er bygt av serkønum innan skateøkið, og tað vil siga, at skatehøllin livir upp til altjóða standardar fyri skatehallir. Øll elementir og allar rampur eru bygd saman við trægólvið líkasum ein skatebowl.

Av rampum og øðrum hentleikum í høllini er:

  • Quarterpipes (hálvrampur) á 80 cm, 100 cm, 135 cm og 160 cm
  • Funbox við tveimum rails (handlistum), ið kunnu stillast í hæddini og takast heilt burtur, og einari legde (breiður handlisti) við kantum
  • Roll-in-bank (fløt rampa) á 150 cm
  • Allar rampur hava grind-coping (stálrør) omaná

Av leysum elementum, sum kunnu flytast, eru hesi:

  • Grindbox (glíðiboks), sum er 40 cm høg og 5 metrar long
  • Grindbox, sum er 25 cm høg og 1,5 metrar long
  • Kicker (útlops-rampa), sum er 80 cm høg
  • Kicker, sum er 40 cm høg
Treytir fyri nýtslu og atgongd

Fyri at skeyta í Bakkalao Skatepark, mást tú tekna teg sum lim í Skatefelagnum. Tó eru serstakir dagar, har børn við foreldrum hava fría atgongd. Fylg við á Facebooksíðuni hjá Skatefelagnum, har serstøku dagarnir verða kunngjørdir.

Gev gætur, at alt uppihald og íðkan í skatehøllini gongur fyri seg undir egnari ábyrgd.

Øll, sum brúka skatehøllina, verða harafturat eggjað til at vera fevnandi, umhugsin, ansa eftir hvørjum øðrum og at hjálpa teimum, sum eru nýggj.

Leiðbeiningar um atburð og reglur fyri nýtslu eru at finna í høllini. Til dømis skulu øll, ið eru undir 16 ár, brúka hjálm.

Bakkalao Skatepark á Facebook

Skatefelagið á Facebook

Ítróttaanlegg
Ítróttaanlegg

Hallarheygur 4
100 Tórshavn

Tel. 29 14 70

itrott@torshavn.fo

Telefontíðir
Mánadag - fríggjadag9 - 15