Lurta

Læn ella leiga høli til mentanarlig endamál

Kommunan ræður yvir fleiri mentanarhølum í miðbýnum, sum tú kanst læna ella leiga. Hølini kunnu brúkast til alskyns mentanarvirksemi, til dømis tónleikaframførslur, framsýningar, almennar fundir, dansiframførslur, filmstiltøk, ungdómstiltøk, listaframsýningar og onnur mentanarlig tiltøk. Tú kanst leiga hølini á heimasíðuni hjá Tórsgøtu.

Kommunalu fólkaskúlarnir hava eisini høli at læna ella leiga til ávís endamál. Skúlaleiðslan tekur støðu til fyrispurningar um at læna ella leiga skúlahølir. Hølini hjá skúlunum verða kortini ikki leigað út til vinnulig og privat endamál, sum til dømis veitslur.

Leiga høli hjá Tórsgøtu (torsgota.fo)

Finn skúla



Um hølisleigu – høli, prísir og reglur
Hvørji høli kanst tú leiga?

Tú hevur møguleika fyri at leiga hesi hølini:

  • Reinsaríið
  • Perluna
  • Auluna í Finsen
  • Ostahúsið Atelier
  • Perlutúnið
  • Garasjuna
  • Kjallaran í Ostahúsinum
  • Ávís høli í kommunalu fólkaskúlunum
  • Smiðjuna í Lítluvík

Garasjan og kjallarin í Ostahúsinum eru venjingarhøli til tónleikarar burturav og kunnu bara leigast til endamálið. Tónleikaútgerð er til taks í hølunum.

Reglur og leiðreglur

Niðanfyri kanst tú kunna teg um treytirnar fyri leigu av mentanarhølum í miðbýnum og nýtslu av skúlabygningum í Tórshavnar kommunu. Treytirnar finnur tú í reglugerðini fyri mentanarhøli á heimasíðuni hjá Tórsgøtu og í leiðreglunum fyri nýtslu av skúlabygningunum.

Reglugerð fyri mentanarhøli (torsgota.fo)

Leiðreglur um nýtslu av skúlabygningum í Tórshavnar kommunu