Stuðul og virðislønir


Leitar tú eftir fígging til konsert?

Økistónar er ein stuðulsskipan, tú kanst brúka til at søkja stuðul til at rinda tónleikarum minstuløn fyri konsertir. Tónleikasamband Føroya umsitur skipanina saman við føroyskum kommunum og landsmyndugleikum. Les meira her:

Økistónar (verður umsitið av Tónleikasambandi Føroya)

Vilt tú søkja ferðastuðul?

Ert tú rithøvundur, dansari, sjónleikari ella fæst tú við aðrar listagreinar, og skipar tú fyri einari verkætlan ella tiltaki uttan fyri Føroyar, kanst tú søkja Loftbrúnna um ferðastuðul í sambandi við verkætlanina ella tiltakið. Les meira her:

Loftbrúgv til listafólk (loftbrugv.fo)

Umhvørvisstuðul til grønar verkætlanir
Umhvørvisstuðul
Umhvørvisstuðul til grønar verkætlanir

Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu liva grønt? So minst til at søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Freistin at søkja stuðulin er 31. mars 2026.

Umhvørvisstuðul til verkætlanir um grønan lívshátt
Umhvørvisstuðul
Umhvørvisstuðul til verkætlanir um grønan lívshátt

Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu liva grønt? So minst til at søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. mars 2025.

Umhvørvisstuðul til verkætlanir um vatn
Umhvørvisstuðul
Umhvørvisstuðul til verkætlanir um vatn

Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu tryggja góða vatngóðsku ella brúka sjógv og sjófeingi til burðardygga menning? So minst til at søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. mars 2024.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15