Lurta

Mentanarstuðul

Á hesari síðuni finnur tú stuðulsmøguleikarnar á mentanarøkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Stuðulsmøguleikarnir eru hesir:

  • Mentanarstuðul frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs
  • Stuðul til íløgur frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs
  • Árligur rakstrarstuðul frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs
  • Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
  • Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein
  • Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

Niðanfyri kanst tú lesa um stuðulsmøguleikarnar. Her finnur tú eisini leiðbeining til, hvussu tú søkir.



Mentanarstuðul frá Mentamálanevndini
Endamál

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Hvør kann søkja?

Tórshavnar kommuna kann lata mentanarstuðul til verkætlanir, tiltøk og átøk, ið fevna um mentanarligt virksemi. Hetta kann til dømis vera framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur.

Vit kunnu eisini lata stuðul til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum og tílíkum um mentan og list. Vit kunnu eisini lata stuðul til frítíðarvirksemi sum ítrótt og skótar.

Hvat fevnir stuðulin ikki um?

Kommunan letur ikki stuðul til verkætlanir, sum eru lidnar. Somuleiðis lata vit ikki stuðul til tiltøk og átøk, sum hava verið.

Gev gætur, at vit lata ikki stuðul til uttanlandsferðir. Listafólk, sum fara uttanlands fyri at  framføra ella sýna fram, kunnu søkja Loftbrúnna um stuðul til ferðaseðlar á flognetinum hjá Atlantic Airways.

Les meira á síðuni hjá Loftbrúnni.

Loftbrúgvin

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at vit góðtaka bara tína umsókn, um tú annðhvørt hevur søkt á Vanganum ella brúkt umsóknarskjalið.

SØK UM MENTANARSTUÐUL Á VANGANUM

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Kunna teg nærri um mannagongdina fyri at søkja mentanarstuðul í leiðreglunum niðanfyri.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Leiðreglur fyri mentanarstuðul

Umsóknarfreist

Umsóknin skal sendast inn í góðari tíð og vera kommununi í hendi í seinasta lagi seks vikur, áðrenn tiltakið verður. Tú kanst finna leiðreglur um stuðulin undir teiginum »Leiðreglur« niðast á hesari síðuni.

Gev gætur, at Mentamálanevndin, sum viðger umsóknirnar um mentanarstuðul, hevur vanliga ein fund um mánaðin. Á sumri er steðgur í juni, juli og august. Tí skulu umsóknir til verkætlanir og tiltøk á sumri sendast inn í serliga góðari tíð.

Hvør viðger mína umsókn?

Mentamálanevndin viðger umsóknirnar um mentanarstuðul. Í nevndini sita Annfinn Brekkstein, formaður (B), Súna Mørk (C), næstforkvinna, Kristianna Winther Poulsen (C), Annika Olsen (A), Ruth Vang (F).

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um mentanarstuðul, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um mentanarstuðul« í evnisteigin.

Umsókn um mentanarstuðul

Stuðul til íløgur frá Mentamálanevndini
Hvat er stuðul til íløgur?

Stuðulin til íløgur er stuðul, Mentamálanevndin letur til íløgur í bygging, sum ítróttafeløg og frítíðarfelagsskapir standa fyri.

Hvat kann eg søkja um stuðul til?

Tú kanst søkja um stuðul til nýbygging, útbygging og umbygging av felagshølum og anleggum til ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Tú kanst eisini søkja um stuðul til útgerð.

Hvat fevnir stuðulin ikki um?

Kommunan veitir ikki stuðul til vanligt viðlíkahald og letur heldur ikki stuðul til bygging, sum er byrjað ella liðug.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um stuðul á Vanganum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

SØK UM stuðul til íløgur

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Á Vanganum fyllir tú sama umsóknarblað út sum til mentanarstuðulin. Tá tú letur tína umsókn inn, skalt tú leggja hesi skjøl við:

  • Kostnaðarmeting við fíggjarætlan
  • Tíðarætlan fyri byggingina
  • Lýsing av byggiætlanini

Les meira um treytirnar niðanfyri.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Leiðreglur fyri stuðul til íløgur

Hvør viðger mína umsókn?

Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin gera tilmæli til Mentamálanevndina, sum tekur avgerð við støði í reglugerðini fyri stuðul til íløgur. Í nevndini sita Annfinn Brekkstein, formaður (B), Súna Mørk (C), næstforkvinna, Kristianna Winther Poulsen (C), Annika Olsen (A), Ruth Vang (F).

Treytir

Les meira um treytirnar í reglugerðini niðanfyri.

Leiðreglur fyri stuðul til íløgur

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stuðul til íløgur frá mentamálanevndini« í evnisteigin.

Umsókn um stuðul til íløgur frá Mentamálanevndini

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
Hvat er endamálið við stuðlinum?

Stuðulin er til tín, sum søkir tær útbúgving í handarbeiði. Endamálið við stuðlinum er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at lata fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Tórshavnar kommuna stovnaði minnisgrunnin á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði 19. apríl 1976.

Á hvørjum ári kunnu 20.000 krónur latast í stuðli.

Hvussu søki eg?

Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:

  • Teg sjálva
  • Tína útbúgving higartil
  • Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
  • Verkætlanina ella útbúgvingina, sum tú søkir stuðul til
  • Tíðar- og kostnaðarætlan

Umsóknin skal merkjast »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« og sendast til Tórshavnar kommunu. Tú kanst senda okkum umsóknina umvegis telduposti til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:

Tórshavnar kommuna

Postsrúm 32
FO-110 Tórshavn

Í báðum førum mást tú minnast til at merkja brævið »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði«.

Umsóknarfreist 2022

Umsóknarfreistin í 2022 var 7. juni 2022.

Nær verður stuðulin latin?

Kommunan letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit hava opið fyri umsóknum.

Hvør viðger mína umsókn?

Fáa vit umsóknir inn, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar síðan stuðulin út.

Í nevndini sita tríggir limir, sum býráðið tilnevnir. Borgarstjórin er føddur limur í nevndini. Hinir tveir limirnir verða valdir at sita fýra ár í senn. Miðað verður eftir, at teir hava áhuga og skil fyri handarbeiði. Tað er ikki krav, at nevndarlimirnir eru býráðslimir.

Í núverandi nevnd sita Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður, Irma Justinussen og Oddbjørg Højgaard.

Stjórnarskrivstovan og Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu umsita grunnin.

Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein
Hvat er Sanglegatið?

Sanglegatið er ein grunnur til minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Grunnurin letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla sær at útbúgva seg víðari í solosangi. Tórshavnar kommuna umsitur grunnin.

Stuðulsupphæddin er 20.000 kr. um árið, ið verða lutaðar út, um vit fáa umsóknir, sum lúka krøvini.

Meira fæst at vita um stuðulin við at venda tær til Jákup Simonsen, ráðgeva, á telefon 30 20 10.

Hvussu søki eg?

Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:

  • Teg sjálva
  • Tína útbúgving higartil
  • Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
  • Skeiðið ella útbúgvingina, tú søkir stuðul til
  • Tíðar- og kostnaðarætlan

Umsóknin skal merkjast »Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein« og sendast til Tórshavnar kommunu.

Tú kanst senda okkum umsóknina sum teldupost til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Postsrúm 32
FO-110 Tórshavn

Minst til at skriva »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« í evnisteigin.

Umsóknarfreist 2022

Umsóknarfreistin 2022 er týsdagin 7. juni 2022.

Nær letur kommunan legatið?

Tórshavnar kommuna letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit lata upp fyri umsóknum. Umsóknarfreistin er vanliga í mai ella juni.

Kommunan umsitur grunnin og ásetur eina upphædd til stuðul á hvørjum ári.

Hvør viðger mína umsókn?

Móttaka vit umsóknir, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar stuðulin út.

Sambært viðtøkunum fyri grunnin eru tríggir limir í nevndini. Hesir eru borgarstjórin, dómprósturin og ein úr ættini hjá stovnaranum Jógvan Waagstein. Í núverandi nevnd sita: Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður, Uni Næs, dómpróstur og nevndarlimur, og Sanna Waagstein í Brekkunum, nevndarlimur.

Umsitingin av grunninum er á Stjórnarskrivstovuni og Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.

Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Hvat er endamálið við stuðlinum?

Grunnurin hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta pening í grunnin árliga.

Hvør kann søkja?

Bæði einstaklingar og feløg, ið halda seg lúka treytirnar fyri stuðli, kunnu søkja stuðul úr grunninum. Tú finnur treytirnar í umsóknarblaðnum.

Umsóknir, ið fevna um allar tríggjar býirnar hava fyrimun.

Hvussu søki eg?

Tú søkir við at fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til Tórshavnar kommunu. Tú kanst senda okkum umsóknina við posti til:

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Postsmoga 32
110 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo

Tú kanst eisini senda okkum umsóknina sum teldupost. Minst til at skriva »Umsókn um stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn« í evnisteigin.

Gev gætur, at tað er týdningarmikið, at tú nýtir umsóknarblaðið í sambandi við umsóknina, og at tú svarar so gjølla sum gjørligt.

Umsókn um stuðul úr Felagsgrunninum

Nær er umsóknarfreistin?

Umsóknarfreistin er 1. apríl 2023. Allir tríggir høvuðsstaðir hava somu umsóknarfreist, sum teir áseta eftir avtalu sínámillum.

Nær verður stuðulin latin?

Grunnurin letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri.

Hvar finni eg nærri kunning?

Tú kanst fáa meira at vita um grunnin við at ringja til Stjórnarskrivstovuna á telefon 30 20 10.

Hvør viðger mína umsókn og ger av, hvør fær stuðul?

Stýrið fyri felagsgrunnin tekur avgerð um tillutan av stuðli. Stjórnin hevur níggju limir. Hvør kommuna hevur borgarstjóra og tveir býráðslimir í stýrinum. Tá ið avgerðir skulu takast, hava kommunurnar eina atkvøðu í part.

Loftbrúgvin til listafólk
Ferðastuðul

Ert tú rithøvundur, dansari, sjónleikari ella fæst tú við aðrar listagreinar, og skipar tú fyri einari verkætlan ella tiltaki uttan fyri Føroyar, kanst tú søkja Loftbrúnna um ferðastuðul í sambandi við verkætlanina ella tiltakið. Loftbrúgvin til listafólk kann stuðla føroyskum listafólkum við flutningi til útlond og aftur loftvegis.

Loftbrúgvin er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna umsitur stuðulsskipanina.

Hvør kann søkja?

Øll listafólk í Føroyum kunnu søkja.

Hvussu søki eg?

Tú søkir við at fylla út umsóknarskjalið á heimasíðuni hjá Loftbrúnni, sum tú finnur her:

Søk stuðul (loftbrugv.fo)

Umsóknarfreistir

Umsóknir um stuðul skulu vera okkum í hendi áðrenn tann fyrsta í hvørjum mánaði.

Treytir

Treytirnar fyri stuðul finnur tú í viðtøkunum hjá Loftbrúnni. Viðtøkurnar sært tú her:

Viðtøkur fyri Loftbrúgv til listafólk (loftbrugv.fo)

Avmarkingar

Loftbrúgvin til listafólk veitir ikki stuðul til:

  • Ferðir til fundir
  • Luttøku á ráðstevnum
  • Upptøkur og ferðir, sum ikki fevna um framførslur av livandi tónleiki, bókmentum, sjónleiki, filmi ella tílíkum

Kunna teg nærri um aðrar avmarkingar í viðtøkunum hjá Loftbrúnni her:

Viðtøkur fyri Loftbrúgv til listafólk (loftbrugv.fo)

Stuðulsnevndin

Stuðulsnevndin er mannað við einum umboði fyri hvønn samstarvspart. Í núverandi stuðulsnevnd sita: Alda Joensen, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Ingrid Bjarnastein, Atlantic Airways, Fróði Vestergaard, Norðurlandahúsið í Føroyum, og Jóan Petur Hentze úr Tórshavnar kommunu. Olga Knudsen er skrivari.

Leiðreglur
Leiðreglur

Niðanfyri sært tú leiðreglurnar fyri at veita mentanarstuðul, stuðul til íløgur og árligan rakstrarstuðul  í Tórshavnar kommunu.

Leiðreglur fyri at veita mentanarstuðul

Leiðreglur fyri at veita stuðul til íløgur

Leiðreglur fyri at veita árligan rakstrarstuðul

Leiðregla um stuðul til fleirtjóða ítróttakappingar