Lurta

Mentanarvirðislønir

Á hvørjum ári letur Tórshavnar kommuna tvinnar mentanarvirðislønir. Hesar eru barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs og mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Á hesari síðuni kanst tú lesa um virðislønirnar, síggja yvirlit yvir virðislønarmóttakararnar og kunna teg um, nær virðislønirnar verða kunngjørdar og handaðar.

Í 2023 vórðu virðislønirnar handaðar í Müllers Pakkhúsi 5. oktober 2023 klokkan 17.



Um Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Hvat er Barnamentanarheiðurslønin?

Barnamentanarheiðurslønin er ein heiðursløn, sum Tórshavnar býráð á hvørjum ári letur fyri bókaverk ella listaverk, sum hava serligar dygdir. Heiðurslønin fevnir um rithøvundar, týðarar, listafólk og einstaklingar.

Kommunan kann lata tvær virðislønir, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Mentamálanevndin ásetur virðislønarupphæddirnar, sum í løtuni eru 35.000 kr. hvør.

Hvør ger av, hvør fær virðislønina?

Ein fimmmannanevnd ger av, hvør fær virðislønina. Í nevndini sita umboð fyri býráðið, Býarbókasavnið og skúlabókavørðarnar í kommunalu skúlunum. Formaðurin í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði er formaður í nevndini, ið ger av, hvør fær virðislønina.

Nær verður virðislønin latin?

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verður latin sama dag sum Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens, ið vanliga verða latnar á føðingardegi M. A. Jacobsens 17. september ella um tað mundið.

Í 2023 varð virðislønin handað í Müllers Pakkhúsi 5. oktober 2023 klokkan 17.

Hesi hava fingið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

2023     Bókadeild Føroya Lærarafelags

2022     Jákup Veyhe

2021     Dánial Hoydal

2021     Annika Øyrabø

2020     Marjun Syderbø Kjelnæs

2020     Rakel Helmsdal

2019     Bergur Rasmussen

2018     Vár Berghamar Jacobsen

2017     Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir

2017     Havnar Sjónleikarfelag

2016     Beinta Johannessen

2016     Joan Sørinardóttir

2015     Eingin

2014     Elin á Rógvi

2013     Rakel Helmsdal

2013     Hilmar Joensen

2012     Hjørdis Johansen

2011     Føroya Symfoniorkestur

2010     Janus á Húsagarði

2010     Jensina Olsen

2009     Dánjal á Neystabø

2009     Búi Dam

2008     Marjun Syderbø Kjelnæs

2008     Hanni Bjartalíð

2007     Bárður Oskarsson

2006     Steintór Rasmussen

2005     Theodor Hansen

2005     Grafik Studio við Inga Joensen

2004     Eingin

2003     Alexandur Kristiansen

2002     Sólrún Michelsen

2001     Maud Heinesen

2000     Effie Campbell

1999     Eli Smith

1998     Lydia Didriksen

1998     Knút Olsen

1997     Gríma

1996     Rakel Helmsdal

1996     Amy Tausen

1995     Edward Fuglø

1994     Ella Smith Clementsen

1994     Niels Jákup Thomsen

1993     Jóhannus á Rógvu Joensen

1993     Dansifelagið í Havn við Sonju Danielsen og Tórhild Justinussen

1992     Eingin

1991     Bjørg Matras Jensen

1991     Heini Hestoy

1990     Olivur við Neyst

1990     Elin Mortensen

1989     Óli Petersen

1989     Jákup Berg

1988     Oddvør Johansen

1987     Pauli Nielsen

1986     Dropin

1986     Nýlendi

1985     Marius Johannesen

1985     Steinbjørn B. Jacobsen

1984     Ebba Hentze

1984     Elin Súsanna Jacobsen

1984     William Heinesen

1983     Guðrun Gaard

1983     Alexandur Kristiansen

1982     Petur Andreassen

1982     Christian Høj

1981     Martin Næs og Martin Joensen

1980     Elinborg Lützen

1980     Heðin Brú

1979     Óli Dahl

1979     Andreas Andreasen

1978     Marianna Debes Dahl

1977     Sigurd Joensen

1976     Steinbjørn B. Jacobsen

1976     Bárður Jákupsson

Um mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens
Hvørjar eru virðislønirnar?

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru tríggjar í tali:

  • Virðislønin fyri fagurbókmentir
  • Virðislønin fyri yrkisbókmentir
  • Virðislønin fyri mentanaravrik
Hvør ger av, hvør fær virðislønirnar?

Ein fimmmannanevnd við umboðum úr býráðnum, Fróðskaparsetrinum og Rithøvundafelagnum gera av, hvør fær virðislønirnar.

Nevndin hevur heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir ella at lata onga.

Hvussu stórar eru virðislønirnar?

Virðislønirnar eru í løtuni 35.000 kr. hvør. Tórshavnar býráð ásetur virðislønarupphæddirnar.

Nær verða virðislønirnar latnar?

Virðislønirnar verða vanliga latnar 17. september á føðingardegnum hjá M. A. Jacobsen ella um tað mundið.

Í 2023 vórðu virðislønirnar handaðar í Müllers Pakkhúsi 5. oktober 2023 klokkan 17.

Hesi hava fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens
Virðislønina fyri fagrar bókmentir

2023

Katrin Ottarsdóttir

2022

Carl Jóhan Jensen

2021

Eingin

2020

Lív Maria Róadóttir

2019

Oddfríður Marni Rasmussen

2018

Rannvá Holm Mortensen

2017

Sissal Kampmann

2016

Heðin M. Klein

2015

Carl Johan Jensen

2014

Kim Simonsen

2013

Katrin Ottarsdóttir

2012

Jóanes Nielsen

2011

Eingin

2010

Tóroddur Poulsen

2009

Vida Akselsdóttir Højgaard

2008

Sólrún Michelsen

2007

Martin Joensen

2006

Carl Jóhan Jensen

2005

Eingin

2004

Sigri M. Gaïni

2003

Eingin

2002

Oddvør Johansen

2001

Annfinnur í Skála

2000

Oddfríður M. Rasmussen

1999

Eingin

1998

Eingin

1997

Petur Jensen

1996

Eingin

1995

Kári P.

1994

Eingin

1993

Jens Pauli Heinesen

1992

Tóroddur Poulsen

1991

Bárður Jákupsson

1990

D. P. Danielsen

1989

Carl Jóhan Jensen

1988

Rói Patursson

1987

Astrid Joensen

1986

Hanus Andreassen

1985

Heðin M. Klein

1984

Jóanes Nielsen

1983

Oddvør Johansen

1982

Gunnar Hoydal

1981

Steinbjørn B. Jacobsen

1980

Christian Matras

1979

Regin Dahl

1978

Hans Thomsen

1977

Alexandur Kristiansen

1976

Richard Long

1975

William Heinesen

1974

Guðrið Helmsdal

1973

Jens Pauli Heinesen og Regin Dahl

1972

Eingin

1971

Eingin

1970

Eingin

1969

Jens Pauli Heinesen og Rói Patursson

Virðislønina fyri yrkisbókmentir

2023

Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir

2022

Niels Ohrt

2021

Jógvan í Lon Jacobsen

2020

Hjálmar P. Petersen

2019

Hanus Kamban

2018

Eingin

2017

Eingin

2016

Eingin

2015

Jóan Pauli Joensen

2014

Óli Olsen

2013

Poul Jespersen

2012

Eivind Weyhe

2011

Nicolina Jensen Beder

2010

Rógvi Mouritsen

2009

Birgar Johannessen

2008

Hanus Kjølbro

2007

Petur Jacob Sigvardsen

2006

Guðrun Gaard

2005

Turið Kjølbro

2004

Gianfranco Contri

2003

Marianne Clausen

2002

Andras Mortensen

2001

Bogi Hansen

2000

Zakarias Wang

1999

Dorete Bloch

1998

J.P. Gregoriussen

1997

Doris Hansen

1996

Elin Súsanna Jacobsen

1995

Martin Næs

1994

Jógvan Isaksen

1993

Malan Marnersdóttir

1992

Eingin

1991

Jóhan Hendrik Winther Poulsen

1990

Svenning Tausen

1989

Axel Tórgarð

1988

Sigurd Berghamar

1987

Eyðun Andreassen

1986

Hans Jacob Debes

1985

Niels Juel Arge

1984

Jóhannes av Skarði

1983

Jørgen M. Olsen

1982

Jóannes Rasmussen

1981

Erlendur Patursson

1980

Hanus Andreassen

1979

Bjarni Niclasen

1978

Maria Eide Petersen

1977

Jeffrei Henriksen

1976

Óluva Skaale og Marius Johannesen

1975

Sámal Johansen

1974

Jákup í Jákupsstovu

1973

Einar Joensen, Poul Petersen og Katrina Østerø

1972

Eingin

1971

Eingin

1970

Eingin

1969

Hans J. Glerfoss og Hanus D. Joensen

Virðislønina fyri mentanaravrik

2023

Trúgvi Danielsen

2022

Det Feröische Compagnie

2021

Trónd Trosterud

2020

Jógvan D. Hansen

2019

Bernhard Wilkinson

2018

Edward Fuglø

2017

Simme Arge Jacobsen

2016

Eilif Samuelsen

2015

Jákup Veyhe

2014

Margreta Næss

2013

Turið Sigurðardóttir

2012

Jens-Kjeld Jensen

2011

Jógvan Isaksen

2010

Bjørki Geyti

2009

Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen

2008

Anna Kirstin Thomsen

2007

Laura Joensen

2006

Ebba Hentze

2005

Jón Tyril

2004

Mortan Winther Poulsen

2003

Vilhelm Magnussen

2002

Kristian Blak

2001

Zacharias Hammer

2000

Rigmor Restorff

1999

Martin Tórgarð

1998

Frits Johannesen

1997

Ólavur Hátún

1996

Árni Dahl

1995

Eingin

1994

Eingin

1993

Oskar Hermannsson

1992

Eingin

1991

Eingin

1990

Eingin

1989

Eingin

1988

Karsten Hoydal

1987

Sigurð Joensen

1986

Eingin

1985

Kristian O. Viderø

1984

Eingin

1983

Petur W. Háberg

1982

Eingin

1981

Eingin

1980

Eingin

1979

Eingin

1978

Eingin

1977

Eingin

1976

Eingin

1975

Eingin

1974

Eingin

1973

Eingin

1972

Eingin

1971

Eingin

1970

Eingin

1969

Eingin

Mentanarvirðislønir latnar árini 1958-68

1968

Robert Joensen

1967

Johanna Maria Skylv-Hansen

1966

Hans Dalsgaard og Jógvan Símun Hansen

1965

Christian Matras og Páll J. Nolsøe

1964

Heðin Brú

1963

Poul F. Joensen

1962

Martin Joensen

1961

Karsten Hoydal

1960

Valdemar Poulsen

1959

R. K. Rasmussen og Jens Pauli Heinesen

1958

Jóan Christian Poulsen og T.N. Djurhuus