Rakstrarstuðul til mentan og list

Stovnar og feløg, sum fáast við mentan og list kunnu søkja Tórshavnar kommunu um árligan rakstrarstuðul. Rakstrarstuðulin er býttur í tveir tættir, ið hava hvør sítt endamál og treytir, tó at sumt er felags fyri báðar. Les meira um stuðulin, treytirnar og hvussu tú søkir niðanfyri.

Gev gætur, at serstakar treytir eru fyri kór. Serstøku treytirnar sært tú niðast á hesari síðuni.



Yvirskipað um rakstrarstuðul
Yvirskipaða endamálið við rakstrarstuðli

Yvirskipaða endamálið við rakstrarstuðli Tórshavnar býráðs er at vera við til at:

  • Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað
  • Tryggja teimum, ið arbeiða við list og mentan í kommununi, burðardygg arbeiðskor fíggjarliga, menniskjaliga og sosialt
  • Geva øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt fjøltáttað mentanartilboð

Les leiðreglurnar fyri rakstrarstuðli her:

Leiðreglur fyri rakstrarstuðli til mentan og list

Hvat fevnir rakstrarstuðul ikki um?
  • Virksemi, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúnni. Til dømis virksemi, sum ikki er til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, vinnuligt virksemi og átrúnaðarligt ella politiskt virksemi
  • Einstakar verkætlanir
  • Almennar stovnar
  • Frítíðarvirksemi sum til dømis ítrótt og skótar - serstakur stuðulsmøguleiki finst til tað endamálið. 
Rakstrarstuðul til yrkislist og mentanarstovnar
Endamál

Endamálið við rakstrarstuðli til yrkislist og mentanarstovnar er at tryggja listaliga og mentanarliga dygd og menning og at stuðla stovnum, sum eru mentanar- og listalívinum í allari høvuðsstaðarkommununi til gagns.

Hvør kann søkja?

Stovnar og feløg, sum fáast við mentan og list, og sum lúka treytirnar, kunnu søkja Tórshavnar kommunu um árligan rakstrarstuðul.

Treytir fyri stuðli til yrkislist og mentanarstovnar

Umsóknir um stuðul til yrkislist og stovnar verða viðgjørdar eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd*
  • Menning av listagreinini ella mentanargreinini
  • Nýskapan
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu
  • Umsøkjarin skal vera staðsettur og virkin í Tórshavnar kommunu og hava havt regluligt samanhangandi virksemi í kommununi í í minsta lagi fimm ár
  • Umsøkjarin skal hava eina hóskandi eginíløgu (til dømis frá sjálvbodnum arbeiði) ella fígging frá øðrum stuðlum, limagjøldum, sølu ella øðrum
  • Umsøkjarar skulu senda umsókn, sum inniheldur fylgjandi skjøl:
    • Ársroknskap frá seinasta fíggjarári
    • Ársfrágreiðing
    • Virksemisætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til
    • Fíggjarætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd, og kann ikki metast uttanfyri samanhang.

Hvat fevnir rakstrarstuðul ikki um?
  • Virksemi, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúnni – til dømis virksemi, sum ikki er til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, vinnuligt virksemi og átrúnaðarligt ella politiskt virksemi
  • Einstakar verkætlanir
  • Almennar stovnar
  • Frítíðarvirksemi sum til dømis ítrótt og skótar – serstakur stuðulsmøguleiki finst til tað endamálið
Umsóknarfreist og viðgerð

Umsóknarfreistin er 1. august árið fyri rakstrarstuðulsárið byrjar. Tað vil til dømis siga, at freistin fyri at søkja rakstrarstuðul til 2026 er 1. august 2025.

Umsóknir verða undanviðgjørdar í mentamálanevndini í september í sambandi við fíggjarætlanararbeiðið og verða endaliga viðgjørdar í januar.

Vit miðja eftir at svara umsøkjarum í seinasta lagi 1. februar í rakstrarstuðulsárinum.

Hvussu søki eg?

Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.

Søk um rakstrarstuðul á Vanganum

Minst til at lesa leiðreglurnar, áðrenn tú søkir.

Leiðreglur fyri rakstrarstuðli til mentan og list

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um rakstrarstuðul, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um rakstrarstuðul til mentan og list« í evnisteigin.

Rakstrarstuðul til áhugalist og feløg
Endamál

Endamálið við rakstrarstuðli til áhugalist og feløg er at:

  • Styrkja listaliga og samfelagsliga dygd, margfeldi og atgongd til mentanarlívið í Tórshavnar kommunu
  • Varðveita, viðlíkahalda og menna mentanararv
Hvør kann søkja?

Stovnar og feløg, sum fáast við mentan og list, og sum lúka treytirnar, kunnu søkja Tórshavnar kommunu um árligan rakstrarstuðul.

Treytir fyri rakstrarstuðli til áhugalist og feløg

Umsóknir um stuðul til áhugalist og feløg verða viðgjørdar eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd*
  • Samfelagsligur týdningur
  • Borgaraluttøka og inklusjón
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu
  • Umsøkjarin skal vera staðsettur og virkin í Tórshavnar kommunu og hava havt regluligt samanhangandi virksemi í kommununi í í minsta lagi fimm ár
  • Umsøkjarin skal hava eina hóskandi eginíløgu (til dømis frá sjálvbodnum arbeiði) ella fígging frá øðrum stuðlum, limagjøldum, sølu ella øðrum
  • Umsøkjarar skulu senda umsókn, sum inniheldur fylgjandi skjøl:
    • Ársroknskap frá seinasta fíggjarári
    • Ársfrágreiðing
    • Virksemisætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til
    • Fíggjarætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd, og kann ikki metast uttanfyri samanhang.

Hvat fevnir rakstrarstuðul ikki um?
  • Virksemi, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúnni – til dømis virksemi, sum ikki er til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, vinnuligt virksemi og átrúnaðarligt ella politiskt virksemi
  • Einstakar verkætlanir
  • Almennar stovnar
  • Frítíðarvirksemi sum til dømis ítrótt og skótar – serstakur stuðulsmøguleiki finst til tað endamálið
Serstakar treytir fyri kór

Serstakar treytir eru galdandi fyri kór. Fyri kórini er galdandi, at tey:

  • Kunnu søkja um rakstrarstuðul á í mesta lagi 40.000 krónur til at løna kórleiðara
  • Skulu hava minst 20 virknar sangarar (undantak kann gerast fyri bygdakór)
  • Skulu venja regluliga alt árið
  • Skulu framføra í Tórshavnar kommunu minst eina ferð um árið
  • Kórið skal ikki vera skúla- ella musikkskúlakór
  • Umsøkjarin skal vera staðsettur og virkin í Tórshavnar kommunu og hava havt regluligt samanhangandi virksemi í kommununi í í minsta lagi fimm ár
  • Umsøkjarin skal hava eina hóskandi eginíløgu (til dømis frá sjálvbodnum arbeiði) ella fígging frá øðrum stuðlum, limagjøldum, sølu ella øðrum
  • Umsøkjarar skulu senda umsókn, sum inniheldur fylgjandi skjøl:
    • Ársroknskap frá seinasta fíggjarári
    • Ársfrágreiðing
    • Virksemisætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til
    • Fíggjarætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til
Umsóknarfreist og viðgerð

Umsóknarfreistin er 1. august árið fyri rakstrarstuðulsárið byrjar. Tað vil til dømis siga, at freistin fyri at søkja rakstrarstuðul til 2026 er 1. august 2025.

Umsóknir verða undanviðgjørdar í mentamálanevndini í september í sambandi við fíggjarætlanararbeiðið og verða endaliga viðgjørdar í januar.

Vit miðja eftir at svara umsøkjarum í seinasta lagi 1. februar í rakstrarstuðulsárinum.

Hvussu søki eg?

Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.

Søk um rakstrarstuðul á Vanganum

Minst til at lesa leiðreglurnar, áðrenn tú søkir.

Leiðreglur fyri rakstrarstuðli til mentan og list

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um rakstrarstuðul til mentan og list, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um rakstrarstuðul til mentan og list« í evnisteigin.

Leiðreglur

Leiðreglur fyri rakstrarstuðli til mentan og list

Leiðreglur fyri rakstrarstuðli til mentan og list

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Mentamáladeildina

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15