Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein

Grunnurin letur sangarum stuðul, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla sær at útbúgva seg víðari í solosangi. Les um stuðulsmøguleikan niðanfyri.



Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein
Hvat er Sanglegatið?

Sanglegatið er ein grunnur til minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Grunnurin letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla sær at útbúgva seg víðari í solosangi. Tórshavnar kommuna umsitur grunnin.

Stuðulsupphæddin er 20.000 króur um árið, ið verða lutaðar út, um vit fáa umsóknir, sum lúka krøvini.

Meira fæst at vita um stuðulin við at venda tær til Jákup Simonsen, ráðgeva, á telefon 30 20 10.

Hvussu søki eg?

Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:

  • Teg sjálva
  • Tína útbúgving higartil
  • Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
  • Skeiðið ella útbúgvingina, tú søkir stuðul til
  • Tíðar- og kostnaðarætlan

Umsóknin skal merkjast »Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein« og sendast til Tórshavnar kommunu.

Tú kanst senda okkum umsóknina sum teldupost til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Postrúm 32
FO-110 Tórshavn

Minst til at skriva »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« í evnisteigin.

Umsóknarfreist 2025

Umsóknarfreistin var hósdagin 11. september 2025.

Nær letur kommunan legatið?

Tórshavnar kommuna letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit lata upp fyri umsóknum. Umsóknarfreistin er vanliga í mai ella juni.

Kommunan umsitur grunnin og ásetur eina upphædd til stuðul á hvørjum ári.

Hvør viðger mína umsókn?

Móttaka vit umsóknir, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar stuðulin út.

Sambært viðtøkunum fyri grunnin eru tríggir limir í nevndini. Hesir eru borgarstjórin, dómprósturin og ein úr ættini hjá stovnaranum Jógvan Waagstein. Í núverandi nevnd sita: Elsa Berg, borgarstjóri og forkvinna, Uni Næs, dómpróstur og nevndarlimur, og nevndarlimur úr ættini hjá Jógvan Waagstein.

Umsitingin av grunninum er á Stjórnarskrivstovuni og Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, Ráðhúsið
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo 

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-14.00