Søk um stuðul til filmsframleiðslu
Ert tú í gongd við ella fert tú undir eina filmsverkætlan, kanst tú søkja Tórshavnar kommunu um stuðul til framleiðsluna. Tórshavnar býráð hevur sett eina millión krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu.
Søk stuðul til filmsframleiðslu
Rita inn við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Endamálið við stuðlinum er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum og soleiðis vera við til at stimbra filmsvinnuna í Føroyum.
Endamálið við stuðlinum er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í Føroyum.
Dentur verður lagdur á vinnuligar menningarmøguleikar og útlitini fyri, at verkætlanin verður framd í verki. Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim, og at móðurmál og mentan okkara verður styrkt við tað, at vit fáa filmar á føroyskum.
Stuðul verður latin til filmsverkætlanir, sum eru viðkomandi og virðisskapandi fyri Tórshavnar kommunu, filmsumhvørvið og vinnulívið í høvuðsstaðnum.
Hetta merkir, at onkur av fylgjandi treytum skal vera lokin:
- Søgan, sum verður søgd, skal hava samband við ella skapa virði fyri Tórshavnar kommunu
- Filmurin verður tikin heilt ella lutvíst upp í Tórshavnar kommunu
- Filmsfólk – tað verið seg nakrir leikarar ella framleiðarar, skulu verða úr Tórshavnar kommunu
- Tað skal síggjast, at Tórshavnar kommuna hevur stuðlað filminum
- Filmurin kann samframleiðast við land, aðrar kommunur og privatar fyritøkur í Føroyum og uttanlands.
Tú søkir stuðulin á Vanganum við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla út allar kravdu teigarnar. Rita inn við tínum Samleika.
Søk stuðul til filmsframleiðslu
Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Umsóknarfreist 2026: 14. apríl 2026.
Umsøkjarar kunnu vænta sær svar innan 8. mai 2026.
Ein bólkur, sum er settur saman av fólki frá umsitingini í Tórshavnar kommunu, Hugskotinum og umboðum úr filmsvinnuni, viðger umsóknirnar og ger tilmæli um, hvørjar verkætlanir eiga at fáa stuðul.
Tilmælið verður lagt fyri Vinnunevndina til støðutakan.
Stuðulin verður útgoldin soleiðis, at 3/4 verða útgoldnir, tá verkætlanin byrjar og seinasti 1/4, tá verkætlanin er liðug.
Stuðul hægri enn 100.000 kr. verður einans latin filmsframleiðslufeløgum, og krav verður sett um grannskoðaðan roknskap, tá verkætlanin er liðug.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stuðul til filmsframleiðslu« í evnisteigin.