Lurta

Søk um umhvørvisstuðul

Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum taka sær av okkara náttúru og umhvørvi. Stuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.

Søk um umhvørvisstuðul á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Umsóknarfreistin er 31. mars 2024.

Fá Samleikan (samleikin.fo)



Soleiðis søkir tú
Hvør kann søkja stuðulin?

Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú annaðhvørt býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi.

Dømi um verkætlanir kunnu vera:

  • Skeið
  • Verkstovur
  • Tiltøk
  • Upplýsandi tilfar

Verkætlanirnar, sum koma til viðgerðar, nýtast ikki at vera nýggjar. Tað ber til at søkja um stuðul tvey ella fleiri ár á rað.

Hvussu søki eg?

Tú søkir umhvørvisstuðul á Vanganum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Søk um umhvørvisstuðul á Vanganum

Tá tú søkir, skalt tú millum annað velja eitt gott og sigandi heiti til tína verkætlan og greiða frá endamálinum við verkætlanini. Minst til eisini at vísa á, hvussu verkætlanin kann gagna umhvørvinum, borgarunum og Tórshavnar kommunu. Harumframt skalt tú útgreina, hvussu tú hugsar at leggja arbeiðið til rættis og fremja verkætlanina í verki.

Minst til at lesa reglugerðina fyri stuðul til umhvørvistiltøk áðrenn tú søkir, tí í henni finnur tú treytirnar og fært eina ábending um, hvussu tú søkir.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk

Umsóknarfreist

Freistin at søkja umhvørvisstuðul er 31. mars 2024.

Nær fái eg svar?

Tú fært svar í umhvørvisvikuni, sum verður frá 4. til 11. mai 2024.

Hvørjar eru stuðulsupphæddirnar?

Ein verkætlan kann í mesta lagi fáa helmingin av samlaða umhvørvisstuðlinum. Tað vil siga, at tú í mesta lagi kanst fáa játtað 125.000 krónur til tína verkætlan.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan, kanst tú nýta umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo ella handa okkum skjalið í Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn.

Letur tú skjalið inn sum teldubræv, mást tú minnast til at skriva »Umsókn um umhvørvisstuðul« í evnisteigin.

Umsókn um umhvørvisstuðul

Um umhvørvisstuðulin
Reglur og treytir

Treytin fyri at søkja er, at tú ert búsitandi í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi. Stuðulsreglugerðina finnur tú her:

Reglur fyri stuðul til umhvørvistiltøk

Yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir

Her sært tú, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað umhvørvisstuðul árini 2010-2023.

Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2023

Bakgrundskunning

Reglugerð fyri stuðul

Í reglugerðini fyri stuðul til umhvørvistiltøk finnur tú treytirnar fyri stuðul og fært samstundis eina ábending um, hvussu tú søkir

Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk


Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu kunnu vit minka um alheimsútlátið av vakstrarhúsgassi og samstundis styrkja føroyska búskapin við at gera íløgur í skipanir, sum gera Føroyar meiri sjálvberandi við til dømis varandi orku, og sum gera tað møguligt at gagnnýta alt tað tilfeingi, sum er í Føroyum. Umhvørvispolitikkin sært tú her:

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu

Stuðulsyvirlit

Tú finnur eitt yvirlit yvir stuðulsjáttanirnar 2010-2023 her:

Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2023


Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15