Stuðul til íløgur
Ítróttarfeløg og frítíðarfelagsskapir kunnu søkja kommununa um stuðul til íløgur í bygging og útgerð. Niðanfyri sært tú, hvat stuðulin fevnir um, og hvussu tú søkir.
Stuðulin til íløgur er stuðul, mentamálanevndin letur til íløgur í bygging, sum ítróttarfeløg og frítíðarfelagsskapir standa fyri.
Tú kanst søkja um stuðul til nýbygging, útbygging og umbygging av felagshølum og anleggum til ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Tú kanst eisini søkja um stuðul til útgerð.
Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt, fært tú eina kvittan í MínBoks.
Søk um stuðul til íløgur á Vanganum
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Á Vanganum fyllir tú sama umsóknarblað út sum til mentanarstuðulin. Tá tú letur tína umsókn inn, skalt tú leggja hesi skjøl við:
- Kostnaðarmeting við fíggjarætlan
- Tíðarætlan fyri byggingina
- Lýsing av byggiætlanini
Les meira um treytirnar niðanfyri.
Kommunan veitir ikki stuðul til vanligt viðlíkahald og letur heldur ikki stuðul til bygging, sum er byrjað ella liðug.
Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin gera tilmæli til mentamálanevndina, sum tekur avgerð við støði í reglugerðini fyri stuðul til íløgur. Í nevndini sita Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna (E), Bergur Robert Dam Jensen (C), Heðin Mortensen (C), Annfinn Brekkstein (B) og Høgni Vilhelmsen (A).
Les meira um treytirnar í reglugerðini niðanfyri.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stuðul til íløgur frá mentamálanevndini« í evnisteigin.