Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi
Endamálið við stuðli til ítrótt og frítíðarvirksemi er at stuðla verkætlanum og feløgum, sum ríka og menna ítróttar-og frítíðarlívið í kommununi. Les meira um stuðulin og hvussu tú søkir niðanfyri.
Øll, sum skipa fyri virksemi innan ítrótt og frítíð, kunnu søkja stuðulin.
Sum meginregla stuðlar kommunan virksemi, ið hevur tilknýti til kommununa ella er kommununi til gagns.
Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.
Søk um stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi á Vanganum
Kommunan letur ikki stuðul til verkætlanir, sum eru lidnar, ella tiltøk og átøk, sum hava verið.
Gev gætur, at vit lata ikki stuðul til uttanlandsferðir.
Sambært kommunufulltrúnni hevur kommunan ikki heimild til at stuðla ávísum virksemi, so sum vinnuligum virksemi, átrúnaðarligum ella politiskum virksemi og virksemi, sum ikki er til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu.
Umsókn um stuðul til verkætlanir ella tiltøk skal sendast inn í góðari tíð og vera kommununi í hendi í seinasta lagi seks vikur, áðrenn verkætlanin fer í gongd.
Gev gætur, at Mentamálanevndin, sum viðger umsóknirnar um mentanarstuðul, hevur vanliga ein fund um mánaðin. Á sumri er steðgur í juni, juli og august, og tí skulu umsóknir til verkætlanir og tiltøk á sumri sendast inn í serliga góðari tíð.
Er stuðulsupphæddin 20.000 krónur ella minni, eru tað Mentamáladeildin og trivnaðarstjórin, sum saman viðgera og taka avgerð sambært krøvunum í reglugerðini. Fer upphæddin upp um 20.000 krónur, er tað Mentamálanevndin, sum viðger umsóknirnar.
Í Mentamálanevndini sita Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna (E), Bergur Robert Dam Jensen (C), Heðin Mortensen (C), Annfinn Brekkstein (B) og Høgni Vilhelmsen (A).
Hevur tú spurningar um stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi, kanst tú venda tær til Fríða Nielsen, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan og Samleikan, ber til at brúka umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo.