Stuðul til størri listaligar verkætlanir

Listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur, sum skapa ella skipa fyri ikki-vinnuligum, listaligum verkætlanum kunnu søkja kommununa um stuðul. Les um treytirnar og hvussu tú søkir niðanfyri.



Stuðul til størri listaligar verkætlanir
Endamál

Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu.

Hvør kann søkja?

Listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur, sum skapa ella skipa fyri ikki-vinnuligum, listaligum verkætlanum kunnu søkja stuðulin.

Hvussu søki eg?

Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.

Fylgjandi skjøl skulu leggjast við umsóknini:

  1. Verkætlanarlýsing á umleið tvær A4-síður, sum lýsir:

    • Hvat verkætlanin snýr seg um
    • Hvør luttekur
    • Hvør málbólkurin er
    • Hvønn týdning verkætlanin hevur fyri Tórshavnar kommunu
    • Hvønn týdning verkætlanin hevur fyri listagreinina, hon umboðar

  2. Fíggjarætlan, sum lýsir bæði inntøkur og útreiðslur. Fíggjarætlanin skal vera útgreinað, og tú skalt tilskila, hvørjar av inntøkunum eru ávikavist váttaðar, væntaðar ella mettar

  3. Fíggingarleistur (t.e. hvussu verkætlanin verður fíggjað annað enn við stuðli frá Tórshavnar kommunu)

  4. Tíðarætlan
Hvat fevnir stuðulin ikki um?

Stuðul verður ikki latin til:

  • Verkætlanir, sum hava verið ella eru byrjaðar áðrenn umsóknarfreistina
  • Verkætlanir við vinnuligum endamáli, ella sum vinnulig fyritøka skipar fyri (t.d. partafelag)
  • Verkætlanir, sum stovnar undir Tórshavnar kommunu skipa fyri
  • Íløgur (t.e. keyp av útgerð uttan so at hetta er neyðugur partur av verkætlanini)
  • Vanligan rakstur
  • Uttanlandsferðir
  • Afturvendandi ella fast virksemi (til dømis árligar festivalar)
Hvussu nógv ber til at søkja um?

Tú kanst søkja um í minsta lagi 100.000 og í mesta lagi 300.000 krónur. Stuðulin, tú søkir um, kann tó í mesta lagi vera 30 prosent av samlaðu fíggjarætlanini. Tað vil siga, at um samlaða fíggjarætlanin er 500.000 krónur, kanst tú í mesta lagi søkja um 150.000 krónur.

Treytir

Verkætlanirnar verða viðgjørdar við hesum í huga:

  • Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
  • Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
  • Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: »Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin«?

Visjón og virðisgrundarlag fyri Tórshavnar kommunu

Hvør viðger stuðulsumsóknirnar?

Mentamáladeildin er skrivstova fyri stuðulsskipanina og setur eina stuðulsnevnd at viðgera
umsóknirnar. Stuðulsnevndin ger tilmæli til Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs til
støðutakan. Stuðulsnevndin telur tríggjar persónar, sum umboða lista- og mentanarlívið í
Tórshavnar kommunu. Hesir kunnu vera umboð fyri mentanarstovnarnar hjá Tórshavnar
kommunu, listafólk, umboð fyri yrkisfelagsskapir og mentanarstovnar ella onnur yrkisfólk innan
list og mentan. 

Umsóknarfreist og viðgerðartíð

Umsóknarfreistin er 1. apríl 2026.

Umsøkjarar fáa væntandi svar við telduposti um miðjan mai 2026.

Nær verður stuðulin útgoldin?

Stuðulin verður útgoldin, tá prógv fæst fyri, at verkætlanin verður framd.

Spurningar

Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mentamáladeildina á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan og Samleikan, ber til at brúka umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Stuðul til størri listaligar verkætlanir« í evnisteigin.

Umsókn um stuðul til størri listaligar verkætlanir

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15