Søk stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum. Les meira niðanfyri.
Grunnurin hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum.
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta pening í grunnin árliga.
Bæði einstaklingar og feløg, ið halda seg lúka treytirnar fyri stuðli, kunnu søkja stuðul úr grunninum. Tú finnur treytirnar í umsóknarblaðnum. Umsóknir, ið fevna um allar tríggjar býirnar hava fyrimun.
Tú søkir við at fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til Tórshavnar kommunu. Umsóknarblaðið finst bæði á føroyskum og enskum.
Tú kanst senda okkum umsóknina við posti til:
Tórshavnar kommuna
Postsmoga 32
110 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo
Tú kanst eisini senda okkum umsóknina sum teldupost. Minst til at skriva »Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík, Tórshavn« í evnisteigin.
Gev gætur, at tað er týdningarmikið, at tú nýtir umsóknarblaðið í sambandi við umsóknina, og at tú svarar so gjølla sum gjørligt.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 6. mars 2026. Allir tríggir høvuðsstaðir hava somu umsóknarfreist, sum teir áseta eftir avtalu sínámillum.
Fundur verður í grunninum í apríl mánaði 2026, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.
Tú kanst fáa meira at vita um grunnin við at ringja til Stjórnarskrivstovuna á telefon 30 20 10.
Stýrið fyri felagsgrunnin tekur avgerð um tillutan av stuðli. Stjórnin hevur níggju limir. Hvør kommuna hevur borgarstjóra og tveir býráðslimir í stýrinum. Tá ið avgerðir skulu takast, hava kommunurnar eina atkvøðu í part.