Søk stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði er til tín, sum søkir tær útbúgving í handarbeiði.

Endamálið við stuðlinum er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at lata fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Tórshavnar kommuna stovnaði minnisgrunnin á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði 19. apríl 1976.

Á hvørjum ári kunnu 20.000 krónur latast í stuðli.



Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
Hvussu søki eg?

Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:

  • Teg sjálva
  • Tína útbúgving higartil
  • Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
  • Verkætlanina ella útbúgvingina, sum tú søkir stuðul til
  • Tíðar- og kostnaðarætlan

Umsóknin skal merkjast »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« og sendast til Tórshavnar kommunu. Tú kanst senda okkum umsóknina umvegis telduposti til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:

Tórshavnar kommuna

Postrúm 32
FO-110 Tórshavn

Í báðum førum mást tú minnast til at merkja brævið »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði«.

Umsóknarfreist 2025

Umsóknarfreistin er hósdagin 11. september 2025.

Nær verður stuðulin latin?

Kommunan letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit hava opið fyri umsóknum. 

Hvør viðger mína umsókn?

Fáa vit umsóknir inn, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar síðan stuðulin út.

Í nevndini sita tríggir limir, sum býráðið tilnevnir. Borgarstjórin er føddur limur í nevndini. Hinir tveir limirnir verða valdir at sita fýra ár í senn. Miðað verður eftir, at teir hava áhuga og skil fyri handarbeiði. Tað er ikki krav, at nevndarlimirnir eru býráðslimir.

Í núverandi nevnd sita Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður, Irma Justinussen og Oddbjørg Højgaard.

Stjórnarskrivstovan og Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu umsita grunnin.

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, Ráðhúsið
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo 

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-14.00