Verkætlanarstuðul til mentan og list

Skipar tú fyri mentanarligari ella listaligari verkætlan í Tórshavnar kommunu? So hevur tú kanska møguleika fyri at søkja kommununa um verkætlanarstuðul. Les meira niðanfyri.

Tú kanst annaðhvørt søkja um vanligan stuðul, úr 20.000 krónum upp í 100.000 krónur, ella snarstuðul, sum er til umsóknir um í mesta lagi 20.000 krónur. Les meira um vanligan stuðul og snarstuðul niðanfyri.



Yvirskipað um verkætlanarstuðul
Yvirskipaða endamálið við verkætlanarstuðli

Yvirskipaða endamálið við verkætlanarstuðli Tórshavnar býráðs er at vera við til at:

  • Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað
  • Tryggja teimum, ið arbeiða við list og mentan í kommununi, burðardygg arbeiðskor fíggjarliga, menniskjaliga og sosialt
  • Geva øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt fjøltáttað mentanartilboð

Les leiðreglurnar fyri verkætlanarstuðli her:

Leiðreglur fyri verkætlanarstuðli til mentan og list

Hvat fevnir verkætlanarstuðul ikki um

Verkætlanarstuðulin fevnir ikki um:

  • Verkætlanir, ið eru farnar í gongd ella eru lidnar, tá umsóknarfreistin er
  • Verkætlanir, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúnni. Dømi eru verkætlanir, sum ikki eru til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, vinnuligar verkætlanir, átrúnaðarligar verkætlanir og politiskar verkætlanir
  • Uttanlandsferðir. Listafólk kunnu søkja um stuðul til ferðing frá Loftbrúgv til listafólk, sum Tórshavnar kommuna er partur av. Les meira á síðuni hjá Loftbrúnni
  • Skúla- og útbúgvingarverkætlanir (undir hesum musikkskúlaverkætlanir)
  • Verkætlanir hjá almennum stovnum
  • Frítíðarvirksemi sum til dømis ítrótt og skótar. Serstakur stuðulsmøguleiki er til tílík endamál
  • Rakstur. Serstakur stuðulsmøguleiki er til tað endamálið. Les meira niðanfyri á hesari síðuni

Loftbrúgv til listafólk (loftbrugv.fo)

Vanligur stuðul
Endamál

Endamálið við vanliga stuðlinum er at tryggja dygd og menning, stuðla øllum lista- og mentanargreinum og virka fyri fjølbroytni og inklusjón í breiðari merking.

Hvør kann søkja?

Øll, sum skipa fyri mentanarligum ella listaligum verkætlanum, og sum lúka treytirnar í leiðreglunum, kunnu søkja Tórshavnar kommunu um verkætlanarstuðul.

Treytir fyri vanligum stuðli

Tín umsókn verður viðgjørd eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd. Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd og kann ikki metast uttanfyri samanhang.
  • Menning. Til dømis talentmenning, menning av listagreinini, menning av miðlan, áskoðaramenning, nýskapan.
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kanst í mesta lagi søkja um 50 prosent av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina. Tú mást harumframt søkja um í minsta lagi 20.000 krónur og í mesta lagi 100.000 krónur. Hevur tú fyri neyðini at søkja um størri stuðulsupphædd, mást tú í staðin søkja »Stuðul til størri listaligar verkætlanir«, ið hevur umsóknarfreist 1. apríl á hvørjum ári. Er talan um lægri upphædd enn 20.000, skalt tú søkja snarstuðul.

Stuðul verður ikki latin til:

  • Verkætlanir, sum eru farnar í gongd, ella eru lidnar, tá umsóknarfreistin er
  • Verkætlanir, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúini (til dømis verkætlanir, sum ikki eru til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, vinnuligar verkætlanir og átrúnaðarligar ella politiskar verkætlanir
  • Uttanlandsferðir (listafólk kunnu søkja um stuðul til ferðing frá Loftbrúgv til listafólk, sum Tórshavnar kommuna er partur av)
  • Skúla- og útbúgvingarverkætlanir (herundir eisini musikkskúlaverkætlanir)
  • Tónleikaútgávur (søkjast kann um Snarstuðul til hesar verkætlanir)
  • Verkætlanir hjá almennum stovnum
  • Frítíðarvirksemi sum til dømis ítrótt og skótar (serstakur stuðulsmøguleiki er til tað endamálið)
  • Rakstur.

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd og kann ikki metast uttanfyri samanhang

Hvussu søki eg?

Søk um verkætlanarstuðul á Vanganum

Rita inn við tínum Samleika. Minst til at lesa leiðreglurnar, áðrenn tú søkir.

Leiðreglur fyri verkætlanarstuðli til mentan og list

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistir fyri vanligum stuðli:

1. mars (verður viðgjørt miðjan apríl og svar sent síðst í apríl)
1. september (verður viðgjørt fyrst í oktober og svar sent miðjan oktober) 
1. desember (verður viðgjørt miðjan januar og svar sent síðst í januar)

Kommunala fyrisitingin ger tilmæli um, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast, hvussu nógvan stuðul verkætlanirnar skulu fáa og leggur tilmælið fyri Mentamálanevndina til viðgerðar. Viðgerðin í Mentamálanevndini er í fylgjandi mánaði eftir umsóknarfreistina.

Játtan og útgjald

Kommunan setir ávísa upphædd av til hvørt umsóknarumfar, treytað av fíggjarætlanini fyri árið. Er avlop aftaná eitt umsóknarumfar, verður tað lagt afturat seinni umførum ella flutt yvir á annan stuðulstátt.

Stuðulin verður útgoldin eftir umbøn frá umsøkjara, tá vit hava skjalprógv fyri, at verkætlanin verður framd. Stuðulsjáttanin er galdandi í 12 mánaðir frá degnum, stuðulin er játtaður. Eftir hetta fellur stuðulin burtur uttan ávaring.

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um verkætlanarstuðul til mentan og list, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um verkætlanarstuðul til mentan og list« í evnisteigin.

Umsókn um verkætlanarstuðul til mentan og list

Snarstuðul
Endamál

Endamálið við snarstuðlinum er at fostra kreativitet og nýskapan og tryggja breiða atgongd til stuðulsmøguleikar og harvið eisini inklusjón.

Hvør kann søkja?

Øll, sum skipa fyri mentanarligum ella listaligum verkætlanum, og sum lúka treytirnar í leiðreglunum, kunnu søkja Tórshavnar kommunu um verkætlanarstuðul.

Treytir fyri snarstuðli

Vit viðgera umsóknina eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd*
  • Menning (til dømis talentmenning, menning av listagreinini, menning av miðlan, áskoðaramenning, nýskapan)
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu

Tú kanst í mesta lagi søkja um 20.000 krónur.

Vit kunnu lata stuðul til:

  • Uppstart og/ella menning av verkætlanum (undir hesum hugskotsmenning)
  • Smærri verkætlanir

Stuðul verður ikki latin til:

  • Verkætlanir, sum eru farnar í gongd, ella eru lidnar.
  • Verkætlanir, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúnni (t.d. verkætlanir, sum ikki eru til gagn fyri borgarar í Tórshavnar kommunu; vinnuligar verkætlanir; átrúnaðarligar ella politiskar verkætlanir).
  • Uttanlandsferðir (listafólk kunnu søkja um stuðul til ferðing frá Loftbrúgv til listafólk, sum Tórshavnar kommuna er partur av).
  • Skúla- og útbúgvingarverkætlanir (herundir eisini musikkskúlaverkætlanir).
  • Verkætlanir hjá almennum stovnum.
  • Frítíðarvirksemi sum t.d. ítrótt og skótar (serstakur stuðulsmøguleiki er til tað endamálið).
  • Rakstur.

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd, og kann ikki metast uttanfyri samanhang.

Umsóknarfreist og viðgerð

Ongin umsóknarfreist er til snarstuðul, men umsóknir skulu vera okkum í hendi, áðrenn verkætlanin fer í gongd.

Kommunan viðger og tekur avgerð um veiting av snarstuðli sambært treytunum í leiðreglunum fyri verkætlanarstuðli. Vit miða eftir at svara umsóknini innan seks vikur eftir, at vit hava móttikið tína umsókn.

Hvussu søki eg?

Vilt tú søkja um snarstuðul, kanst tú søkja við at klikkja á grøna knøttin niðanfyri. Snarstuðulin hevur onga umsóknarfreist.

Søk um snarstuðul á Vanganum

Rita inn við tínum Samleika. Minst til at lesa leiðreglurnar, áðrenn tú søkir.

Leiðreglur fyri verkætlanarstuðli til mentan og list

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Játtan og útgjald

Kommunan setir ávísa upphædd av til snarstuðul hvørt ár. Upphæddin er treytað av fíggjarætlanini fyri árið. 

Stuðulin verður útgoldin eftir umbøn frá umsøkjaranum, tá vit hava fingið skjalprógv fyri, at verkætlanin verður framd.

Stuðulsjáttanin er galdandi í tríggjar mánaðir frá degnum, stuðulin er játtaður. Eftir hetta fellur stuðulin burtur uttan ávaring.

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um verkætlanarstuðul til mentan og list, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um verkætlanarstuðul til mentan og list« í evnisteigin.

Umsókn um verkætlanarstuðul til mentan og list

Leiðreglur
Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Mentamáladeildina

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15