Bátapláss, sigling og sjósvimjing

Við firðum, vøtnum, áum, ósum og bátahyljum hevur Tórshavnar kommuna nógv at bjóða teimum, sum dáma at sigla, svimja á sjónum ella dyppa. Vit kanna regluliga vatngóðskuna á teimum plássunum í kommununi, har fólk svimja og dyppa.



Bátapláss og sjósvimjing
Bátapláss

Vilt tú hava pláss til bátin hjá tær, skalt tú venda tær til Tórshavnar Havn, sum umsitur bátaplássini í kommununi:


Tórshavnar havn

Eystara Bryggja 34
100 Tórshavn

Tel. 31 17 62
port@torshavn.fo

Heimasíðan hjá Tórshavnar Havn (portoftorshavn.com)


Prísir fyri bátapláss

Tað eru 16 ymiskir prísbólkar fyri bátapláss. Tú sært prísirnar undir »árligt gjald fyri bátalegu í Tórshavnar kommunu« á síðuni hjá Tórshavnar Havn, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Umleið 926 bátapláss eru í kommununi.

Tórshavnar kommuna leigar út bátapláss í hesum økjum:

  • Kongabrúnni, Vágsbotni og Skálatrøð 345 pláss
  • Argjum 190 pláss
  • Kaldbak og Kaldbaksbotni 23 pláss
  • Nólsoy 23 pláss
  • Gomlurætt 19 pláss
  • Kollafirði og Signabø 90 pláss
  • Hesti 16 pláss
  • Álakeri 220 pláss

Árligt gjald fyri bátalegu í Tórshavnar kommunu (portoftorshavn.com)


Bíðilisti til bátapláss

Søkir tú um bátapláss, noyðist tú at brynja teg við toli. Umleið 250 umsøkjarar bíða eftir bátaplássi í løtuni, og tað er ikki óvanligt at bíða eini átta ár eftir plássi.

Fyri at sleppa á bíðilistan noyðist tú at lata 2.000 krónur í trygd fyri at standa á listanum. Tú fært peningin afturgoldnan, tá ið tú hevur fingið pláss ella hevur strikað teg av listanum.

Bátapláss kunnu arvast í beinari linju. Tað vil siga, at børn kunnu taka yvir bátapláss frá foreldrunum.

Sigling

Í bátahylinum í Havn skalt tú sigla við skili og lágari ferð. Vanligir bátar, kappróðrarbátar, kajakkir og líknandi skulu halda seg vestanfyri, tað er fram við landinum móti Sandagerði, soleiðis at hesir bátarnir ikki koma fyri siglingarleiðina hjá stórum skipum sum til dømis Norrøna og Smyril.

Tú kanst sigla við gummibáti, kajakk, paddingfjøl og øðrum akførum uttan motor í ósanum í Sandagerði og á ymisku vøtnunum í kommununi.

Tað er tó bannað at sigla í drekkivatnsøki, tað vil siga á Havnardalsvatni og Villingardalsvatni. Sigling er somuleiðis treytað av, at siglingin ikki er til ampa ella bága fyri vatnið, ánna ella fisking hjá øðrum. Summa staðni er sigling eisini treytað av, at tú fært loyvi frá tí, sum eigur vatnið ella tjørnina. Minst tí til at kanna reglurnar og eigaraviðurskiftini á staðnum, áðrenn tú fært at sigla.

Vit kanna vatngóðskuna

Vit kanna regluliga vatngóðskuna í teimum økjunum, har fólk svimja og dyppa. Vit máta tá innihaldið av skarnbakterium og sjónliga dálking í vatni og framvið sjóvarmálanum.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu vatngóðskan var á ymisku støðunum, seinast vit kannaðu tey. Metingargrundarlagið sært tú her:

Metingargrundarlag fyri vatngóðsku til útisvimjing

Vís kort í fullari stødd


Góð ráð

Í Tórshavnar kommunu búgva fólk og kríatúr tætt upp at hvørjum øðrum, og tað kann viðhvørt elva til dálking av áum, løkum og sjógvi. Vandi er eisini fyri dálking frá kloakkyvirlopum, tá ið grovur ælingur er.

Børn og hundar eru viðkvom fyri dálkaðum vatni. Hevur tú viknaða órinsverju, eigur tú eisini at tryggja tær, at útsjóndin á vatninum er góð, áðrenn tú fert úti. Far ikki útí vatnið, tá ið:

  • Vatnið er sera óklárt
  • Nógv skúm er omaná vatnskorpuni
  • Grøn, gul ella brún hinna er á vatnskorpuni
  • Gráir træðrir ella stórt pu er í vatninum
  • Nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar

Ein tummilsregla er, at tú skalt kunna síggja ein metur niður í vatnið. Sært tú ikki tað, kann tað vera tekin um ov stóra mongd av algum.

Vit mæla eisini frá at svimja í tjørnum, har nógvur flogfenaður heldur til og í vatni, har seyður, neyt og ross ganga tætt við.

Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.

Her kanst tú fara útí

Sandagerð

  • Umstøður: 5.000 fermetrar sandur. Ósi. Baðibrúgv
  • Botnviðurskifti: Sandur
  • Dýpd: 0-4 metrar
  • Streymviðurskifti: avmarkaður sjóvarfallsstreymur
  • Annað: gev gætur, at dálking kann koma fyri í ósanum. Far ikki úti, um vatnið er sjónliga dálkað
  • Sí Sandagerð á korti (foroyakort.fo)


Hoyvíkskai


Sandurin í Nólsoy


Hylurin á Velbastað (á støðni)

Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.

Boða okkum frá dálking

Varnast tú keldur til dálking, til dømis deyð djór, kloakklekar ella annað spillvatn, vinarliga boða okkum frá við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo ella ring á telefon 30 20 10.

Bakgrundskunning

Grundarlagið fyri vatngóðskukanningum

Vit kanna vatngóðskuna í juni, juli og august í teimum økjunum, har vit vita, at fólk fara úti. Kanningarúrslitini verða kunngjørd á hesari síðuni, og úrslitini verða frámerkt við annaðhvørt grønum, gulum ella reyðum liti. Metingargrundarlagið sært tú her:

Metingargrundarlag fyri vatngóðsku til útisvimjing

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Umhvørvisdeildina

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15