Soleiðis er vatngóðskan til útisvimjing í løtuni

Vit kanna vatngóðskuna frá 1. juni til 31. august á teimum plássunum í kommununi, har fólk svimja og dyppa. Seinastu vatngóðskukanningina frá 14. mars 2024 sært tú her:

Vatngóðskukanning (kunngjørd 26. mars 2024)

 

Góð ráð

Í Tórshavnar kommunu búgva fólk og kríatúr tætt upp at hvørjum øðrum, og tað kann viðhvørt elva til dálking av áum, løkum og sjógvi. Vandi er eisini fyri dálking frá kloakkyvirlopum, tá ið grovur ælingur er. 

Børn og hundar eru viðkvom fyri dálkaðum vatni. Hevur tú viknaða órinsverju, eigur tú eisini at tryggja tær, at útsjóndin á vantinum er góð, áðrenn tú fert úti. Far ikki útí vatnið, tá ið:

  • vatnið er sera óklárt
  • nógv skúm er omaná vatnskorpuni
  • grøn, gul ella brún hinna er á vatnskorpuni
  • gráir træðrir ella stórt pu er í vatninum
  • nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar

Ein tummilsregla er, at tú skalt kunna síggja ein metur niður í vatnið. Sært tú ikki ein metur niður, kann hetta vera tekin um ov stóra mongd av algum. Vit mæla eisini frá at svimja í tjørnum, har nógvur fuglur heldur til, og í vatni, har seyður, neyt og ross ganga tætt við. 

Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.


Meira kunning

Nærri kunning um sjósvimjing og dypping finnur tú á síðu okkara um bátapláss, sigling og sjósvimjing. Her sært tú eisini kanningarnar frá einstøku plássunum, kort av kanningarstøðunum og eldri vatngóðskukanningar.

Bátapláss, sigling og sjósvimjing



Bakgrundskunning

Grundarlagið fyri vatngóðskukanningum

Vit kanna vatngóðskuna í juni, juli og august á teimum plássunum í kommununi, har vit vita, at fólk fara úti. Kanningarúrslitini verða kunngjørd á hesari síðuni, og úrslitini verða frámerkt við annaðhvørt grønum, gulum ella reyðum liti. Metingargrundarlagið sært tú her:

Metingargrundarlag fyri vatngóðsku til útisvimjing

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15