Túrar og ítriv í náttúruni
Brúka náttúruna. Í Tórshavnar kommunu hevur tú fleiri ymiskar møguleikar fyri upplivingum og ítrivum.
Kommunan hevur seinastu árini ment lendisgøturnar, sum geva tær atgongd til vakrar og fjølbroyttar náttúruupplivingar. Niðanfyri sært tú uppskot til gongutúrar.
Túrurin niðan á Kongavarða er ein stuttur og lættur túrur við sera vøkrum útsýni – serliga yvir Havnina, Havnardal, Nólsoynna, Skálafjørðin og fjøllini norðanfyri.
Túrurin tekur umleið ein tíma og byrjar við Skúlan á Argjahamri. Les meira um túrin her:
Argjahamar - Kongavarði (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Ein gongutúrur eftir friðsælum gongugøtum úr Steinatúni til Ketturðina, har vakurt útsýni er yvir allan býin. Túrurin byrjar við Visit Tórshavn í Steinatúni og tekur umleið tveir tímar at ganga.
Les meira um túrin her:
Túrur kring Havnina (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Fjølbroyttur, friðsælur og vakur túrur við góðum útsýni, niðan á Varða, Kleynsvarða og út í Havnardal og framvið forvitnisligum bygningum í Havnini. Túrurin byrjar við Visit Tórshavn í Steinatúni.
Les meira um túrin her:
Náttúrutúrur kring Havnina (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Talan er um ein sera lættan túr, ið nærum øll kunnu ganga. Gøtan er ikki sjónlig allan vegin, so her má gangast eftir varðunum, ið eru í góðum standi. Hetta er serliga, eftir at komið er niðan á slætt úr Havn, har sum ruturnar til Velbastaðar og Kirkjubøar skiljast. Tískil er GPX-fíla næstan eitt krav fyri at vera vísur í ikki at villast, um mjørki kemur á.
Rutan kann gangast báðar vegir, so ætt, sól og ferðslumøguleikar kunnu avgera, hvønn vegin tú gongur rutuna.
Les meira um túrin her:
Tórshavn til Velbastaðar (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Ein sera góður og vakur túrur niðan gjøgnum Sunnara skarð í Norðradali (Fólkaskarð). Djúpi og slætti Sunnari botnur, omanfyri Norðradal, við brøttu røkrunum rundanum, er óvanliga friðsælur og vakur at ganga ígjøgnum
Les meira um túrin her:
Norðradalur - Tórshavn (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Fylg teimum mongu væl lagaðu varðunum á hesum krevjandi túrinum, har tú kanst njóta útsýnið yvir dalar og fjøll og eina ørgrynnu av smáum vøtnum.
Les um túrin her:
Signabøur – Kaldbak (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Ein fjølbroyttur, hugnaligur og vakur túrur eftir rossagøtuni, fram við vindmyllunum í Flatnahaga, yvir um vatnbyrgingina í Havnardali, niðan vestur um Dalsskarð og til seinast oman gjøgnum tað sera bratta Sunnaraskarð í Syðradali, sum bert má gangast ein turran summardag.
Les um túri her:
Tórshavn - Syðradalur (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Ein stuttur, lættur og sera vakur túrur ígjøgnum skørð, fram við eini tjørn og haðani oman eftir gøtuni, sum Norðradalsmenn gjørdu til tess at fáa fyrsta traktorin oman til Syðradals.
Les um túrin her:
Sundshálsur - Syðradalur (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Serstøk er Reynsmúlalág og góða útsýnið vestureftir móti Hesti og Koltri. Túrurin byrjar á krossinum, har Landavegur og Velbastaðvegur skarast.
Les um túrin her:
Tórshavn - Kirkjubøur (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Ein lættur, fjølbroyttur og umtóktur túrur við einastandandi útsýni.
Les um túrin her:
Skeiðsskarð - Norðradalur (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Gongutúrur tvørturum Nólsoynna til vitan á Borðuni.
Les um túrin her:
Nólsoy - Borðan (verður umsitið av Visit Faroe Islands)
Landslagið er fjølbroytt og stabbagrótið á Stórareyni skarar framúr á leiðin.
Les um túrin her:
Leynar - Kollafjørður (verður umsitið av Visit Faroe Islands)